Forkvinnan í felagnum hjá Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum, fyrr Sjúkrasystrarfelag Føroya, harmast at tað heldur ikki í ár eydnaðist at fáa eina nøktandi játtan til landssjúkrahúsið.
Í leiðaranum í blaðnumVøka, sum er blaðið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, ið kom út um dagarnar, heitti Jana H. Dalsgaard enn einaferð á politikararnar um at vakna og taka støðuna í heilsuverkinum í álvara.
Men nú fíggjarlógin er endaliga samtykt, kann Jana H. Dalsgaard bara staðfesta, at heilsuverkið fekk at kalla somu jólaheilsan í ár sum seinastu 14 árini. Nevniliga boð um sparingar. Fleiri av undanfarnu árunum hava tøl verið sett á uppsagnir, og hvussu nógvar deildir skulu latast aftur, men hóast tað ikki hevur verið gjørt í ár, tala tølini og sparingarnar í fíggjarlógini til landssjúkrahúsið fyri seg. Forkvinnan í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum sigur, at tað kom óvart á hana, at játtanin til landssjúkrahúsið eisini næsta ár er so lág, og at fíggjarnevndin harumframt valdi at skera 8,3 milliónir krónur av upprunaligu játtanini.
- Líka síðan 1988 hava sparingar, niðurskurður, samanleggingar og stongdar deildir verið gerandiskostur á Landssjúkrahúsinum. Vit høvdu væntað eina broyting, tá tíðirnar blivu betri eftir kreppuárini, men fyri heilsuverkið er kreppan ikki av enn, sigur Jana H. Dalsgaard. Hon tók við sum álitisfólk á Landssjúkrahúsinum í 1988 og røkti starvið í fleiri ár.
- Fólk hava roynt at liva við sparingunum og at renna skjótari, men tað ber ikki til at halda fram á henda hátt. Skal meira sparast, so mugu funktiónir skerast burtur, men so mugu politikararnir eisini siga, hvat vit kunnu vera fyri uttan, leggur hon afturat.
Forkvinnan í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum er sostatt samd við sjúkrahússtjóranum Poul Geert Hansen, tá hann í Sosialinum eftirlýsti eini politiskari ætlan við føroyska sjúkrahúsverkinum.
Í blaðnum hósdagin saknaði Poul Geert Hansen eina politiska støðutakan til, hvat støðið skal vera á landssjúkrahúsinum. Hann vísti á, at tá pengarnir ikki eru til staðar, so mugu politikararnir gera sær greitt, hvat teir kunnu liva við, og hvat borgararnir kunnu liva við, hvørt tað so eru færri tilboð ella longri bíðitíðir. Tí sum er eru fíggjarligu karmarnir so trongir, at ikki ber til at klípa burtur av her og har. Eisini vísti sjúkrahússtjórin á, at við verandi gongd fara seks milliónir krónir at mangla í til lønir næsta ár.
Hvussu leingi afturat
Jana H. Dalsgaard vísir á, at starvsfólkið á landssjúkrahúsinum hevur verið ovbyrjað í nógv ár, og spurningurin er, hvussu leingi fleiri teirra orka ella tíma at halda fram á henda hátt.
- Í fleiri ár hevur verið trupult at fáa læknar til sjúkrahúsverkið, og sama gongd er at hóma við sjúkrarøktarfrøðingum. Hóast trupulleikin ikki er so akuttur millum okkara limir enn, so merkist hann longu, serliga um sumrarnar, sigur Jana H. Dalsgaard. Forkvinnan leggur afturat, at meðalaldurin hjá føroysku sjúkrarøktarfrøðingunum eru yvir 44 ár. Eftir hennara tykki hava sparingarnar tey nógvu síðstu árini bremsað menningini av landssjúkrahúsinum og gerast í longdini ómotiverandi fyri starvsfólkið, samtíðis sum krøvini til heilsuverkið gerast størri og størri.
- Eg eri bangin fyri, at starvsfólk fara at rýma av landssjúkrahúsinum, tí tey orka ikki at halda fram á henda hátt. Tey hava verið ovbyrjað við arbeiði í nógv ár, og spurningurin er, hvussu leingi tey orka at halda fram, spyr Jana H. Dalsgaard.