Føroyska sjúkrahússøgan gongur heilt aftur til miðjuna av 16. øld og byrjar á Argjum. Hospitalið var langt burtur frá bygdum øki og var ætlað fólki við spitalskari sjúku.
Færø Amts Hospital, vanliga nevnt Gamla Hospital, stóð liðugt í Lágabø í 1829. Eftir tátíðar mátum var hospitalið væl útgjørt.
Í 1924 varð flutt í nýggja Dronning Alexandrines Hospital við J. C. Svabosgøtu.
Tá grundarsteinurin varð lagdur til nýggjan sjúkrahúsbygning í 1962, skifti Dronning Alexandrines Hospital navn til Landssjúkrahúsið. Bygningurin var endaliga liðugur í 1969.
G-bygningurin varð liðugur 2004, og tann nýggjasti er H-bygningurin.
##med2##
##med3##
##med4##