Landsstýrið brýtir stýrisskipanarlógina

Sonevnda semjan um Landssjúkrahúsið er greitt brot á Stýrisskipanarlógina. Tað staðfestir Bjørn á Heygum, sum mælir sjúkrahúsleiðsluni til at fara undir at spara beinanvegin. - Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum og sjúkrahúsleiðslan hava skyldu at seta tiltøk í verk alt fyri eitt, so Landssjúkrahúsið kann halda játtanina á fíggarlógini. Alt annað er brot á stýrisskipanarlógina.

So avgjørdur er Bjørn á Heygum, advokatur, sum var við til at smíða stýrisskipanarlógina.

Bjørn á Heygum vísir á, at tá ein samtykt fíggjarlóg sigur, at Landssjúkrahúsið skal brúka 344 milliónir krónur í ár, so hevur Landssjúkrahúsið skyldu til at halda seg til hesa játtan. Og tá er líkamikið um landsstýrið ella samgongan peikar á eina avtalu, har man vil játta landssjúkrahúsinum fleiri pengar seinni, um so er at ein serfrøðingakanning staðfestir ein øktan tørv.

- Tað, sum nú fer fram, er beinleiðis brot, bæði á fíggjarlógina men so sannliga eisini á stýrisskipanarlógina, staðfestir Bjørn á Heygum.

Hann heldur handfaringina hjá landsstýrinum og løgtinginum av hesum máli vera beinleiðis undirgravandi fyri rættartrygdina hjá fólki.

- Og harafturat er tað anarki í orðsins sanna týdningi, um løgtingið samtykkir eitt fyri síðani at gera nakað heilt annað, sigur Bjørn á Heygum.

Niðurstøðan kemur óvart á Hans Paula Strøm, landsstýrismann, sum nú noyðist at taka játtanina til Landsjúkrahúsið upp til nýggja viðgerð, bara tríggjar dagar eftir at fíggjarlógin er samtykt.

Hoyr meira í tíðindunum á Rás2 klokkan 1830.