Verkfalsrætturin
? Tað er ein misskiljing, at landsstýrið er samt um, at skerja verkfalsrættin.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Hann sigur, at tað kemur ikki uppá tal, at javnaðarflokkurin fer at atkvøða fyri einum lógaruppskoti, sum førir við sær, at verkfalsrætturin fer at verða skerdur.
Hann leggur eisini afturat, at tað fer heldur ikki at koma so langt sum til tað, at eitt lógaruppskot fer at verða lagt fyri tingið, sum fer at fáa avleiðingar fyri verkfalsrættin.
Annars vísur hann á, at spurningurin um støðuna hjá ILA-raktum alibrúkum í sambandi við verkfall, hevur verið umrøddur í fleiri ár.
? Undanfarna samgonga gjørdi eitt lógaruppskot, men tað kom ongantíð í løgtingið og tað fer heldur ikki at verða lagt fram nú.
? Uppskotið er lagt fram á landsstýrisfundi, men tað var ikki undirtøka fyri tí.
Løgmaður sigur, at hetta er eitt mál, sum hoyrir undir arbeiðsmarknaðin at loysa.
? Eg eri samdur við fakfeløgini í, at tað er at gera seg inn á verkfalsrættin at leggja lóg fyri tingið um at avmarka rættindini hjá fakfeløgunum í sambandi við sjúkurakt alibrúk.
Løgmaður sigur, at landsstýrið tvørturímóti samdust um, at landsstýrismaðurin í vinnumálum skuldi heita á feløgini um at gera eina avtalu um at gera undantak til sjúkurakt djórahald í sambandi við eitt møguligt verkfall. Eitt dømi um eitt slíkt undantak kann vera at tað verður loyst at neyðslakta ILA sjúkan laks, hóast verkfall er.
Løgmaður sigur, at hetta er ein skipan, sum er galdandi í Noregi og hann heldur, at tá ið arbeiðsmarknaðurin har kann finna út av tí, kann arbeiðsmarknaðurin í Føroyum eisini.
Hann væntar eisini, at ein loysn verður funnin, tí báðir partar hava áhuga í at varðveita alibrúkini, tí tað eru eisini arbeiðspláss, sum talan er um.
Hvørki Ingeborg Vinther ella Hans Joensen hava nakað ímóti at tosa við arbeiðsgevararnar um at finna eina semju, skuldi tað komið so langt.
? Samband hevur longu verið ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarnar um hetta mál og semja er um at partarnir seta seg saman fyri at tosa um viðurskiftini, sigur Hans Joensen.
Bæði siga, at tað hevur áður borið til at gera undantøk fyri ILA- rakt alibrúk og tey vænta at tað fer at bera til einaferð afturat.