Landsstýrið hevur stillað kumpassina

Um middagsleitið í dag varð tíðindafundur hildin við Gjógv, har landsstýrið í gjár og í morgun hevur fundast um mál og mið og hevur sett út í kortið av nýggjum. Ein avrikslisti er skrivaður, sum snýr seg um viðurskifti innan fleiri málsøki, og tilsamans fyllir tilfarið, sum fest er á blað í gjár og í morgun, einar 30 blaðsíður.

Tað var Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sum legði fyri. Hann segði, at eitt av málunum við Gjógv hevur verið at skapa eitt amboð, sum gevur størri gjøgnumskygni í tí, sum samgongan ætlar sær at gera. Í hesum liggur eisini, at lagt verður upp til betri samskifti og størri kunning um politiska arbeiði, sum liggur fyri framman.

Kaj Leo Johannesen segði, at landsstýrisflokkarnir hava viðgjørt karmarnar fyri fíggjarlógina fyri 2011, og her hevur verið tosað um flestu økir, eitt nú pensjónsreform, bygnaðarbroytingar innan skúlaverkið, kommunureform, arbeiðsloysi millum ung, strategiska gransking ? og um betri atgongd til ES, har samráðingarleisturin fer at byggja á eina serfrøðingafrágreiðing, sum verður tøk í næstum.

Løgmaður nevndi eisini vakstrarætlanina og íløguætlanina, sum sett er út í kortið og helt fyri, at tað, sum ræður um, er at fáa flest møguligar lønartímar burtur úr ætlanini.

Samgongan hevur eisini viðgjørt burðardyggleika í okkara fiskivinnu. Vit halda okkum hava burðardygga fiskiveiði, men nú verður neyðugt at prógva hetta yvirfyri umheiminum, sum skal keypa okkara fiskavørur.

Á tíðindafundinum um middagsleitið, søgdu eisini Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri og Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, nøkur orð um tað, sum komið er burtur úr.

Vit fara at venda aftur til tíðindfundin í dag.