Landsstýriskvinna úr Álandi vitjar

Í dag fer Camilla Gunell, landsstýriskvinna í mentamálum, í Álandi at vitja Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum. Camilla Gunell ynskir at kunna seg um føroysk útbúgvingar-, granskingar- og mentanarviðurskifti
Camilla Gunell fer á sínari vitjan at vitja skúlar og mentanarstovnar. Vitjað verður m.a. á Fróðskaparsetri Føroya, Sjómans- og Maskinmeistaraskúlanum, Eysturskúlanum, Tjóðpallinum, í Norðurlandahúsinum og í Kringvarpinum. Vitjað verður eisini í skúlanum í Skúvoy.
Camilla Gunell fer aftur til Álands fríggjadagin.