Skattalætti nú kann hava skaðiliga ávirkan á búskapin.
Hetta sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður, eftir at tingmenn hjá Fólkaflokkinum hava funnið hvassliga at honum, tí hann ikki vil lætta skattatrýstið.
Í samgonguskjalinum hava flokkarnir millum annað avtalað, at skatta- og avgjaldstrýstið á húsarhald og vinnu skal lækkast, at skattafría grundupphæddin skal hækkast og at arbeiðið fram móti eini bruttoskattaskipan skal halda fram.
Óli Breckmann og Bjarni Djurholm, tingmenn fyri Fólkaflokkin, halda, at Karsten Hansen einki ger fyri føra hesi mál út í lívið, og á tingfuninum týsdagin fekk hetta serliga Óla Breckmann at taka harðliga til orðanna móti Karsteni Hansen.
Í gjár endurtók Bjarni Djurholm, formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, atfinningarnar móti Karsteni Hansen.
? Vit vóru sera fegin um at fáa hesi mál við í samgonguskjalið, men tað er als ikki nøktandi, at landsstýrismaðurin einki ger við málini, segði Bjarni Djurholm millum annað við Sosialin í gjár.
Ferðin á búskapin
er ov stór
Tað hevur verið trupult at fingið fatur á landsstýrismanninum við fíggjarmálinum seinastu vikuna, men í dag hevur hann eina viðmerking við í blaðnum.
Har sigur Karsten Hansen, at Óli Breckmann og Bjarni Djurholm ikki skilja týdningin av skattapolitikki.
? Ein skattlætti hevði sett meira ferð á búskapin, og tá trupulleikin í dag er, at í meira lagi av ferð longu er á búskapi okkara, og tí hevði ein skattalætti nú kunna havt skaðiliga ávirkan á búskapin, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður.
Hann heldur, at tingmenninir hjá Fólkaflokkinum gloyma, at í samgonguskjalinum stendur skrivað, at ein varin og ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur skal rekast.
Og sambært landsstýrismanninum merkir ein varin og ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur ikki, at skattalætti skal latast nú.
? Ístaðin skal peningur leggja til síðis, tá nógv ferð er á búskapinum, og so kunnu vit veita skattalætta, tá tíðirnar verða verri.
Karsten Hansen sigur, at øll tilmæli frá óheftum búskaparfrøðingum seinastu tíðina hava mælt frá at veita skattalætt, men heldur tvørturímóti at tátta enn meira í.
Hetta verður endurtikið í nýggju frágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sum kom í gjár.
Okkurt er á veg
Men hóast landsstýrismaðurin ikki heldur tað verða ráðiligt við skattalætta nú, váttar hann, at arbeitt verður við skattalættum til húsarhald og vinnu.
Í blaðnum í gjár segði Bjarni Djurholm seg stúra fyri, at pappírsleysa avtalan millum samgonguflokkarnar um lætta partafelagsskattin, ikki verður førd út í lívið í hesi tingsetuni.
Og tann óttin er ikki ógrundaður, tí Karsten Hansen sigur í síni viðmerking, at uppskotið um at lækka partafelagsskatin verður lagt fyri tingið í heyst.
Hann sigur, at arbeitt verður við at lækka partafelagsskattin, men at hetta er ein liður í eini størri skattabroyting, sum Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovan arbeiða við í tøttum samstarvi við vinnuna.
Og landsstýrismaðurin kemur heldur ikki við nøkrum lyfti um, nær skattalættin upp á 40 milliónir krónur, sum samgonguflokkarnir hava avtalað skal latast ístaðinfyri at gjalda fyri endurnýggjan av fiskiflotanum, verður latin.
Í løtuni verður arbeitt við hesum málið, sigur Karsten Hansen.
Hann heldur, at pástandurin hjá tingmonnunum hjá Fólkaflokkinum um, at einki hendir á skattaøkinum, eru ógrundaðir.