Landsumsitingin fær minni

Fíggjarnevndin skerjir játtanina til landsumsitingina við næstan 12 milliónum krónum

Fíggjarnevndin hevur skavað næstan 12 milliónir krónur av játtanini til landsumsitingina av uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðið.

 

Meirilutin í fíggjarnevndini heldur, at landsumsitingin hevur fingið í so ríkiligt frá Fíggjarmálaráðnum, og hevur tí skavað 11,8 milliónir krónur av játtanini til aðalráðini og ymiskar stovnar hjá landinum.

 

Tey sjey aðalráðini fáa millum 100.000 og 550.000 krónur hvør minni enn í upprunauppskotinum, umframt at fíggjarnevndin hevur skorið játtanina til sendistovurnar við 300.000 krónum og umbyggingina av Tinganesi við 300.000 krónum. Tilsamans fáa aðalráðini 3.650.000 krónur minni enn í upprunaliga uppskotinum frá Fíggjarmálaráðnum.

 

Síðani ætlar fíggjarnevndin at játta ymiskum stovnum hjá landinum 8,15 milliónir krónum minni í rakstrarjáttan komandi ár.

 

Størstu skjeringarnar eru í játtanunum til Talgildu Føroyar, sum fær 2.000.000 krónur minni og TAKS, sum fær 1,3 milliónir krónur minni.

 

Strandferðslan, Arbeiðseftirlitið, Landsverk, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Sjóvinnustýrið, Jarðfeingi, Almannaverkið, Umhvørvisstovan, Gigni, Heilsutrygd, Gjaldsstovan, Hagstovan, KT Landsins, Fiskiveiðueftirlitið, Havstovan, Nám og Søvn Landsins fáa eisini minni pening, enn Fíggjarmálaráðið skeyt upp í upprunauppskotinum til fíggjarlóg.