Ferðsluruðuleiki valdaði í Hvalba í morgun, tá foreldur og lærarar royndu at koyra niðan gjøgnum brekkuna til skúlan.
Tað var nevniliga so hált í brekkuni, at tað bæði var trupult at koyra og ganga niðan eftir henni. Úrslitið var eisini, at fleiri bilar fingið skaða, tá teir gliðu inn í hvønn annan.
Hóast tað var sera hált í Hvalba, so var brekkan ikki saltað. Við in.fo sigur borgarstjórin í Hvalba, Trúgvi Gudmundarson, at kommunan hevur eina avtalu við Landsverk um saltingina av skúlavegnum.
- Vit hava eina greiða avtalu við Landsverk, um at salta vegin. Vit hava eisini tosað við teir í dag, og teir upplýsa, at teir hava havt so nógv at gera í morgun, at teir ikki høvdu tíð at salta skúlavegin í Hvalba.
Umframt skúlavegin, so hevur kommunan eisini avtalu við Landsverk um, at stovnurin saltar ymiskar brekkur í bygdini og vegin til Flakavirkið.

Trúgvi Gudmundarson
Landsverk eigur at salta vegin

Trúgvi Gudmundarson

Trúgvi Gudmundarson

Trúgvi Gudmundarson

Trúgvi Gudmundarson

Trúgvi Gudmundarson

Trúgvi Gudmundarson