Landsverk niðurger føroyska byggivinnu

- Tað er ikki sørt hugstoytt aftur at vera vitni til, hvussu Landsverk als ikki virðir gjørdar avtalur, og at Landsverk nýtir fjølmiðlar og heimasíðu sína til at niðurgera føroyska byggivinnu.

Tað er kontanta staðfestingin í brævi frá Føroya Handverksmeistarafelag til Landsstýrismannin í Mentamálum, Bjørn Kalsø, í dag.

Tey sipa til tíðindi frá Landsverki í gjár um at útseta útbjóðingina at Marknagilsdeplinum, tí føroyska byggivinnan kendi seg ikki heilt trygga við støðuna, sum tikið varð til.

- Landsverk orðar seg so, at ein fær fatan av, at føroyska handverksvinnan er seinment og ódugnalig, tí at hon kennir seg ótrygga, “hóast útbjóðingartilfarið er evnað til eftir teimum forskriftum, sum verða nýttar í flestu grannalondunum í sambandi við størri byggiverkætlanir” sigur Meistarafelagið.

- Tað alla tíðina hevur ligið í kortunum, at arbeiðið sjálvandi skuldi bjóðast út eftir føroyskum reglum og siðvenju, og ikki útlendskum sum Landsverk leggur upp til.

- At Landsverk eftir einum ári enn ikki hevur megnað at fingið útbjóðingartilfarið gjørt á slíkan hátt, at tað líkur føroyskar reglur og siðvenju, er sjálvandi eina og áleina teirra ábyrgd.

- At Landsverk hevur havt so trupult við at skilja sín arbeiðssetning, er eisini høvuðsorsøkin til, at útbjóðingin ikki er avgreidd enn, og at arbeiðið uppá Marknagilsdepilin ikki er klárt at byrja enn.

- Nú er licitatiónin so aftur útsett. Hesuferð til fyrsta arbeiðsdag eftir íðnaðarsummarfrítíðina.

- Tað kunnu vit so bara taka sum eina barnsliga provokatión.

- Tað hevði í hvussu so er sømt seg hjá Landsverk at víst føroysku byggivinnuni størri virðing.

Meistarafelagið sigur, at tað er ikki bert tann føroyska byggivinnan, sum ikki kennir seg á tryggari grund.

- Fleiri av stóru útlendsku veitarunum hava boðað frá, at teir ikki vilja bjóða uppá veitingarnar, við tí grundarlagi sum fyriliggur.

Meistarafelagið heldur, at Landsverk átti kanska at tikið í egnan barm ístaðin fyri at niðurgera alla føroysku byggivinnuna.

- Kann tað hugsast, at Landsverk sjálvt ikki sær allar manglarnar við projektinum, og teir vandar, sum her kunnu standast av, spyr Meistarafelagið.