Gamli vitin í Selvindi á Strondum er sløktur, ljósvinklarnir suðureftir á vitanum á Toftum eru sløktir, og nýggjur siglingarviti er settur upp á Strondum uttast í bygdini út móti Raktanga.
- Broytingin hevur samband við, at møguleikarnir fyri meiri aling í Skálafirði og Tangafirði eru øktir við nýggjum aliøki fram við Neslandinum.
Tað sigur Landsverk í dag.
Lagt verður aftrat, at sum siglingarleiðin frá Eystnesi og fram við landi inn ímóti Skalafjørðinum var til fyri kortum, bar ikki til at fáa líkinda aliøki fram við bygdini á Nesi í Eysturoy.
- Vit kannaðu tí møguleikarnar fyri at leggja siglingarleiðina inn á Skálafjørðin longri frá landi fyri at fáa pláss fyri alivirksemi har. Í hesum sambandi ráðførdi stovnurin seg við millum annað Søfartstyrelsen og Kongshavnar Havn.
Landsverk sigur, at úrslitið gjørdist ein ætlan, sum í høvuðsheitum fevnir um, at ljósvinklarnir á vitanum á Toftum suðureftir vórðu sløktir, og nýggjur siglingarviti - ein sonevndur vinkulviti - er settur upp á Strondum.
Hetta er gjørt fyri at marka siglingarleiðina inn á Skálafjørðin sunnanífrá.
- Sostatt kunnu aliøki nú leggjast fram við Nes-landinum við hóskandi frástøðu til nýggju siglingarleiðina. Tó kunnu smærri bátar sigla millum land og alistøðina, sigur Landsverk.