Hóast hann helt seg hava ein krystallkláran boðskap til fólkatingsvalið, munnu bæði hann og politiski andsfaðir hansara Poul Nyrup Rasmussen fara at minnast valnáttina sum De Lange Næsers Nat.
Nyrup gjørdist brádliga Gammelrup. Ikki Eide á, Eidesgaard.
Tað er óhugnaligt og sigur ikki sørt um tað politiska medvitið hjá føroyingum, at ein so ússaligur retorikari sum Jóannes Eidesgaard, ið konsekvent samanber sínar politisku mótstøðumenn við eitt nú Hitler, Pol Pot og øll hugsandi ræðuveldi, skuldi gerast toppskorari til fólkatingsvalið. Hetta ódámliga garterilsið av føroyskum javnaðarfólki er eisini ironiskt, tá ið hugsað verður um, hvussu Javnaðarfloksins danski bróðurflokkur (les: móðurflokkur) bar seg at upp undir valið. Teirra boðskapur var sanniliga "krystallklárur" og bendi í summum førum tonkunum á til Týskland í tríatiárunum.
Tískil var tað óvilliga komiskt, tá ið eitt av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum legði Tjóðveldisflokkin undir at hava somu meiningar sum Dansk Folkeparti - um undirgrundina! Javnaðarfloksins danski móðurflokkur kappaðist jú nettupp við Vinstra um at tekkjast Dansk Folkeparti - men um heilt onnur málsøki.
Tess stuttligari, at Høgni Hoydal basti Jóannesi Eidesgaard. Ella var tað Lisbeth?
Føroyingar kundu væl valt eitt frægari umboð enn hana danating. Men gott er - "hvor der handles, der spildes". Livst so spyrst, hvussu lætt Sambandsflokkurin fer at hava tað við sínum undirbrotleika mótvegis danskarum, nú alt Europa hevur sett teir í skammikrók.
Støðan er krystallklár. Góða Nátt, Eidesgaard.