Langt eftir á mál hjá psykiatriini

Hóast psykiatriin hevur verið fyri munandi framstigum seinastu árini, ásannar landsstýrið at enn er langt á mál.

Í nógv ár hava trupulleikar verið á psykiatriska økinum. Hetta kemst millum annað av, at ein ikki hevur havt nakra økispsykiatri ella sosialpsykiatri, og hetta hevur ovbyrjað sjúkrahús­psykiatriina á Landssjúkrahúsinum.
Seinastu árini hevur støðugt verið arbeitt við at skipa allar partar av psykiatriini betur m.a. við at gera eina heildarpsykiatri í Føroyum.
- Økispsykiatri er sett í verk, og ætlanin er at menna hana komandi árini, stendur at lesa í fylgiskjølum til løgmansrøðuna.
Innan sosialpsykiatriina er stuðulsskipan fyri sinnisveik sett á stovn, sambýli til sinnisveik eru fingin til vegar og bygginevnd er sett at fyrireika búpláss til brúkarar, ið hava serligan tørv á hjálp.
Psykiatriski depilin hevur eisini arbeitt við at dagføra viðgerðartilboðini, m.a. við at leggja meira um til ambulantar viðgerðir, gera viðgerðarætlanir fyri sjúklingar og dygdarmenna viðgerðarskipanina.