Tað var eftir at ein góður tími var leiktur á Camp Nou-leikvøllinum í Barcelona í gjárkvøldið, at Gérard Pique í illsinni rann yvir til linjuverjan og segði honum nøkur væl vald, ella í hesum føri kanska minni væl vald, orð.
Barcelona hevði tapt fyrra dystin í supercopafinaluni móti Athletic Bilbao heili 4-0 og hevði tí úr at gera í seinna dystinum. Tað gekk teimum tó ikki heilt eftir vild og sum tíðin leið, gjørdust spælararnir alsamt illari. Tá linjuverjin so ikki veittraði Athletic Bilbao áleyparan Aritzx Aduriz at vera rangstaddan, kókaði yvir hjá Gérard Pique. Dómarin varð tó skjótur á staðnum, og vísti Gérard Pique reyða kortið og av vøllinum.
Í dómarafrágreiðingini hevur dómarin ikki gjørt mætari enn at endurgeva tað, sum spanski landsliðsverjuleikarin segði við dómaran.
- Eg skíti á horumammu tína, vóru orðini, ið fullu, sambært dómaranum.
Sambært sponskum miðlum, kann Gérard Pique nú vænta sær eitt leikbann á millum fýra og tólv dystir, fyri viðmerkingar sínar um mammu linjuverjans.