Fjórða landsliðsvenjingin undir leiðslu av Lars Olsen verður mikudagin í næstu viku. Venjarin hevur í dag sent boð eftir 21 spælarum. Flestu teirra vóru til venjingarnar fyri tveimum vikum síðan, men fleiri, sum ikki vóru við ta ferðina, hava nú fingið boð.
Landsliðið skal á venjingarlegu í La Manga í Spania 25. februar til 4. mars, og í løtuni snýr arbeiðið hjá venjaranum seg um at finna fram til hvørjir 20 spælarar skulu við niður til Spania.
Teir, sum skulu møta í Gundadali um eina viku, eru: Kristian Joensen, 07 Vestur, Atli Danielsen, Meinhard Joensen og Súni Olsen, B36, Jann Ingi Petersen, B68, Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur, Heini Vatnsdal, FC Suðuroy, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Rógvi Holm og Símun Samuelsen, HB, Jákup Mikkelsen og Bogi Løkin, ÍF, Hjalgrím Elttør, KÍ, Einar T. Hansen og Jústinus R. Hansen, NSÍ, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen og Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Felagið, ið er nevnt omanfyri, er tað felagið, ið leikarin umboðar sambært leikaraskipanini hjá Fótbóltssambandi Føroya.