Føroyska A-landsliðið er nú komið til Malta, har sætti og seinasti Nations League dysturin á hesum sinni skal spælast. Ferðin úr Aserbadjan við Air Malta tók fýra og ein hálvan tíma. Fáar tímar eftir at ferðalagið lendi á Malta, var fyrsta venjingin á skránni.
Hon var á einum vátum og slitnum vølli stutt uttanfyri Ta’Qali leikvøllin, har landsdysturin verður týskvøldið. Tað hevur regnað seinastu dagarnar og vøllurin hevur verið nógv brúktur, tí arbeitt verður upp á hinar venjingarvøllirnar í økinum.
Lars Olsen, landsliðsvenjari, vildi bara staðfesta tvær broytingar í mun til liðið, sum spældi móti Aserbadjan í gjár, tá Føroyar í eini 3-4-3/-5-4-1 uppstilling taptu 2-0. Hann váttar, at liðið fer at spæla 4-2-3-1 og at René Shaki Joensen byrjar inni. Hann hevði leikbann í dystinum móti Aserbadjan.
Restina vildi hann ikki vátta, men hann leggur stóran dent á at stilla við sterkasta liði. Hetta tí vit eru í vand fyri, at enda í sætta og niðasta strykisbólkinum til EM 2020 lutakastið, sum verður í desember. Millum annað legði hann dent á, at tað ikki verða nógvar útskiftingar.
Tað skal tí takast við størri fyrivarni enn vanligt, tá vit gita liðið hesaferð. Í samrøðu við FM1 í dag, sigur Lars Olsen millum annað, at spælarar sum Sonni Ragnar Nattestad, Odmar Færø og Brandur Hendriksson allir hava snuddir, men teir vandu allir í dag. Hann segði eisini, at hann sær Gunnar Nielsen sum okkara fyrstaval millum stengurnar, men vildi ikki geva Viljormi Davidsen somu staðfesting, eftir at hann bleiv skiftur út í hálvleikinum í gjár. Hann endurtók eisini, at álopsplássið stendur millum Klæmint A. Olsen og Jákup Thomsen.
Vit gita: Føroyar (4-2-3-1)
Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Rógvi Baldvinsson – Hallur Hansson, René Shaki Joensen – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson, Kaj Leo í Bartalsstovu – Klæmint A. Olsen