Las Vegas: Minsta lagi 50 deyð

Løgreglan í Las Vegas upplýsti á tíðindafundi mánanáttina lokala tíð, at í minsta lagi 50 fólk eru deyð og yvir 200 hava fingið løstir eftir ein skottilburð í býnum.


Tey eru dripin og særd av einum vápnaðum gerningsmanni, ið sunnukvøldið skeyt móti eini kontrikonsert.


Mett verður, at hann var einsamallur, men ein asiatisk kvinna er eftirlýst. Mett verður, at hon hevur hjálp manninum, sambært upplýsingum hjá løgregluni.


Sambært løgregluni, so er maðurin, ið mett verður er gerningsmaðurin, frá nærøkinum.


- Hann var á 32. hædd á Hotel Mandalay Bay Casino, har hann bleiv dripin av løgregluni, sigur Joseph Lombardo, sjeriffur í Las Vegas.


- Mett verður ikki, at hann hevur tilknýti til ein militantan bólk.


Sambært Lombardo, eru tveir politistar, ið eru á feriu í Las Vegas, millum tey deyðu.


/ritzau/Reuters