Lasse er í samráðingum við HB

Tað er enn ikki staðfest, um Lasse Andersen heldur fram í HB

HB vann í gjár 23. meistaraheitið í søguni hjá felagnum. Ein av lyklaspælarunum hjá HB hevur verið danski miðverjin, Lasse Thillitz Andersen. Hann hevur enn ikki longt sáttmálan, men sigur at samráðingar eru í gongd.

 

Les eisini: (FM1) Samrøður við fegnar HB arar

 

- Eg veit enn ikki hvar eg spæli komandi kappingarár. Hetta hevur verið ein positiv uppliving og eg tími væl at halda fram, men tingini mugu hanga saman, sigur Lasse Andersen við FM1.

 

Formaðurin í HB, Kaj Leo H. Johannesen, segði eftir dystin, at felagið gjarna vil hava bæði Lasse Andersen og íslendska Brynjar Hlöðversson at halda fram.

 

- Vit vilja gjarna hava báðar at halda fram, og tað vita teir eisini. Vit hava gjørt ein lønarstruktur, sum vit ynskja at halda, sigur Kaj Leo H. Johannesen.

 

HB hevur sáttmála við flestu av hinum spælarum í hópinum fyri komandi kappingarár. Eisini hevur venjarin, Heimir Guðjónsson, longt sáttmálan fyri komandi kappingarár. HB staðfesti í gjár 23. meistaraheitið við 2-1 sigri í Klaksvík.