Lasse Klein: Nevndin má forklára seg

- Nevndin í Atlantsflog skyldar sínum eigarum, sum er Føroya fólk, at koma við eini neyvari frágreiðing, sigur Lasse Klein, sum var landsstýrismaður, tá føroyska flogfelagið varð stovnað

Brádliga stjóraskiftið í Atlantsflog í gjárkvøldi kom sera óvart á Lassa Klein.

 

Sum landsstýrismaður á økinum hevði Lasse Klein sín stóra leiklut, tá Atlantsflog varð stovnað fyri góðum 25 árum síðani, hin 28. mars 1988. Hann hevur tí við áhuga fylgt gongdini í felagnum líka síðani.

 

- Eg má siga, at eg var sera ovfarin av tí, sum hendi seint í gjárkvøldi, sigur Lasse Klein.

 

Hann hevur lisið tíðindaskrivið frá felagnum og hoyrt tær fyrstu viðmerkingarnar til málið. Men fyrrverandi landsstýrismaðurin stendur tó framvegis líka spyrjandi.

 

- Eg haldi at talan er um eina ógreiða útmelding frá nevndini. Sagt verður, at tørvur er á einari nýggjari kós, men einki um, hvør henda kósin skal vera. Samstundis fáa vit at vita, at nýggi stjórin bara er settur fyribils í 1-2 ár. Hetta hongur illa saman, sigur Lasse Klein.

 

Fyrrverandi landsstýrismaðurin minnir á, at allir føroyingar eru partaeigarar í Atlantsflog  umvegis landskassan. Og hartil er felagið skrásett á virðisbrævamarknað.

 

- Felagið hevur ikki brúk fyri tílíkum, ógreiðum útmeldingum, sigur Lasse Klein og heldur fram:

 

- Er hetta eitt lívsneyðugt stig at taka fyri felagið júst nú, spyr Lasse Klein og svarar sjálvur:

 

- Nei, tað síggja vit so ikki í tí frágreiðing, sum nevndin higartil hevur givið.

 

Les eisini: Atlantsflog tørvar nýggja strategi

 

Lasse Klein vil hava at vita, hvør henda nýggja strategiin er, ið felagið nú skal rekast eftir. Men fyrrverandi landsstýrismaðurin hevur ikki bestu vónir um at fáa svarið.

 

- Men nevndin hevur eftir mínum tykki skyldu at geva Føroya fólki eina neyva og góða frágreiðing, sigur Lasse Klein avgjørdur.

 

Les eisini:

 

Magni Arge: Stevið var burtur

 

Magni Arge fortíð í Atlantsflog