Lassin: Vit mangla heilt einfalt kvinnur í føroyska dómaraskaranum

Tað verður kvinnuligur dómari úr Danmark, sum dømir steypafinaluna hjá kvinnum

Tað verður danska Frederikke Lydia Søkjær, ið skal døma finaluna hjá kvinnum, sum er í millum HB og EB/Streym/Skála. Orsøkin er, at hóast fleiri átøk eru ongir kvinnuligir dómarar í Føroyum, sigur Lassin Isaksen við FSF.fo.

- Vit hava leingi arbeitt miðvíst fyri at fáa kvinnuligar fótbóltsdómarar í Føroyum, og tað gera vit framvegis Men vit mangla heilt einfalt kvinnur í føroyska dómaraskaranum. Tað er ein avbjóðing, sum vit sera fegin vilja finna loysnina uppá, tí tað hevði verið ein sjálvsagdur vinningur fyri ikki bara kvinnusíðuna, men fyri føroyskan fótbólt sum heild, um bæði kynini vóru at síggja í so nógvum leiklutum á og uttanfyri vøllin sum gjørligt, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari í FSF.

Frederikke Lydia Søkjær hevur drúgvar royndir sum dómari í fremstu kvinnudeildini í Danmark, og tað, at hon nú er komin til Føroyar at døma steypafinaluna, er partur av dómara-samstarvinum millum norðurlondini.

Dómarar og hjálpardómarar í ársins steypafinalum verða hesi:

Løgmanssteypið:

Dagfinn Forná (dómari), Dan Højgaard og Marner F. Olsen

Steypafinalan kvinnur:

Frederikke Lydia Søkjær (dómari), Fie Brun og Jógvan Breckmann 

U21:

Asron S. Vest (dómari), Kristian G. Joensen og Dávid W. Sjóstein 

U18 Gentur:

Stephan Petersen (dómari), Pætur E. Rasmussen og Nicklas Dam 

U17 Dreingir:

Jón Tór Baldvinsson (dómari), Jan E. Glyvradal og Hanus Johannesen

U15 Dreingir: (var mikudagin 11. sept.)

Jákup Ø. Mohr (dómari), Fróði Johannesen og Arthur Højgaard 

U15 Gentur:

Tóki Høghamar (dómari), Emil Sørensen og Eli W. Finnssen 

U13 Dreingir:

Árni B. Petersen

U13 Gentur: (mikudagin 18. sept. klokkan 17:00)

Jóna Nicolajsen