Nógv fólk vóru komin saman at halda dagin, og fleiri nýttu høvið at halda røðu, sum t.d. Edmund Joensen, løgtingsmaður, Rólant Poulsen, borgarstjóri á Eiði, Tordur J. Niclasen, fyrrverandi borgarstjóri, og Eivind av Reyni frá Reyni Service. Allir vóru samdir um, at fyritøkan hevur dugað væl at umstilla seg til búskaparligu støðuna í landinum.
Sum nakað heilt serligt hevur fyritøkan keypt ein lastbil, ið líkist tí fyrsta bilinum sum Hans Egil keypti í 1959. Fyrsti lastbilurin var ein Morris, men hesin er ein Austin. Bilarnir eru teir somu við smærri broytingum.
Fyritøkan er enn í dag ein familjufyritøka. Bæði synir og abbasynir hjá Hans Egili Joensen arbeiða í fyritøkuni. Stjóri í fyritøkuni er Jóhan K. Joensen.