Lastbilur fór upp í royk eftir lítlari løtu

Fyrr í kvøld kom eldur í ein lastbil, sum seinastu tíðina hevur staðið undir ein brúgv á tí partinum av innkomuvegnum til Havnar, sum fyri mongum árum síðani varð gjørdur uppi á Vatnaskørðum, nakað norðan fyri Sundsvegin.

 

Koyrast kann til hendan tunnilin eftir einum arbeiðsvegi frá Flatarvegnum.

Vakthavandi á politistøðini veit einki at siga um tilburðin uttan tað, at løgregla og sløkkilið hevur verið á staðnum.

 

Bilurin kolaðist upp, áðrenn sløkkiliðið fekk sløkt eldin.

Fólk á staðnum, sum in.fo hevur tosað við siga, at nakrir dreingir sóust renna av staðnum, tá roykur fór at síggjast frá eldinum.

Bilurin er kolaður upp.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##