Lat okkum fáa fleiri “Umborð”

VikuskiftisSosialurin lýsir lívssøgur hjá fiskimonnum, sum vit seta stevnu, og í fleiri førum hava vit eisini lýst skip ella útróðrarbát og gongdina í verandi og farna ári í ymiskum skipabólkum

VikuskiftisSosialurin hevur nú í eina tíð havt fastan teig í blaðnum, sum vit rópa “Umborð”.
Hetta hevur verið ein sera væl umtóktur teigur millum fleiri av lesarum okkara, og vit fara at halda fram við hesum tátti hvønn fríggjadag.
Á hesi afturvendandi síðu í VikuskiftisSosialinum hava vit hvønn fríggjadag lýst onkran, sum hevur sítt starv á sjónum, antin sum fiski-ella útróðrarmaður, tað veri seg yngri sum eldri.
Vit hava soleiðis í bitum lýst ein part av nýggju og aktuellu siglingarsøguni hjá okkum føroyingum – sæð við eygunum hjá tí, vit hava havt samrøðuna við.
“Umborð” hevur í ávísan mun lýst lívssøguna hjá fiskimanninum, vit hava sett í andglettin, og í fleiri førum hava vit eisini lýst skip ella útróðrarbát og gongdina í verandi og farna ári.
Tað er undirritaði, sum hevur tikið sær av hesum teigi í blaðnum, og hetta hevur verið eitt sera áhugavert, men heldur kki so lítið krevjandi arbeiði. At “pakka” lívssøguna hjá einum manni, sum hevur verið eitt langt lív á sjónum, niður í minni enn eina síðu í blaðnum, er ikki bara sum at siga tað.
Tað krevur hepna hond.
Men tað er ivaleyst eisini hetta, sum ger teigin áhugaverdan – tað, at tú sum lesari fært ein væl pakkaðan tekst um onkran, tú ella onkur av tínum kennur, ella bara hevur hug at lesa um, tí greinin sær áhugaverd út.
Nú eru føroysku bløðini ikki so stór, og tí kann vera trupult hjá okkum at røkka út um alt landið, eisini við einum teigi sum hesum.
Ísfiskatrolararnir steðga stutt millum túrar, og gongur tú fram við bryggjukantinum, tá skip eru inni, er ikki vist, at menn eru umborð júst í hesi løtu. Flestu sleppa sær til hús so skjótt, sum skipið er bundið, og teir kunnu fara.
Eitt er sjólívið í orðum, annað er í myndum, og í dag eru tað fleiri, sum eiga góð myndatól.
Tað hevði tí glett okkum almikið, um menn, sum hava myndatól við sær umborð, sendu okkum onkrar myndir saman við nøvnum og telefonnumrum hjá skipsfeløgum.
Á henda hátt høvdu vit við teiginum “Umborð” kunnað rokkið munandi longur út um landið, og soleiðis eisini umborð á fleiri ymisk fiskifør.
Vit hava góð heimildarfólk kring landið, og summi av hesum eiga eisini myndatól. Hetta skal tí eisini vera ein áheitan á hesi fólk um at hava eitt vakið eyga fram við bryggjukantinum, tá skip eru inni.
Sendið okkum eina góða mynd, navn og telefonnummar á tí, sum myndin er av, so taka vit okkum av restini.
Hetta hevði verið við til at gjørt ein áhugaverdan teig í VikusskiftisSosialinum uppaftur betri.
Sum heild hevur tað eydnast okkum væl at fáa fólk at siga okkum sína lívssøgu í stuttum og nú fólk, sum vit venda okkum til, vita, hvat tað er vit vilja, tí tey afturvendandi hava sæð teigin í blaðnum, er tað vorðið uppaftur lættari at fáa fleiri við.
Myndir við navni og telefonnummari hjá viðkomandi, sum er á myndini, kunnu lesarar okkara senda til [email protected]