– Ein út av níggju persónum í heiminum fara svong í song. Í Afrika er talan um ein út av fimm. Við teimum 192 milliónum krónunum geva vit eitt íkast, so at fleiri túsund fáa mat á borðið, sigur Rasmus Prehn, sum er úr danska Javnaðarflokkinum.
Pengarnir verða latnir gjøgnum ST og altjóða Reyða Kross. Sambært ST eru fleiri enn 113 milliónir fólk í 53 londum í heiminum rakt av hungri – 10 milliónir fleiri enn fyri einum ári síðani. 821 milliónir fólk eru eisini varandi rakfødd, skrivar danska uttanríkisráðið.
– Í løtuni gongur skeivan veg við heimsmáli 2, har tað ræður um at stríðast móti hungri. Fólk lata lív av hungri og skeivari føði, og alt samfelagið er á veg móti vanlukku. Tað er avgerandi neyðugt, at vit tryggja mat til øll. Vit hugsa bæði um tað aktuellu støðuna, men eisini at fólk skulu klára seg sjálvi, millum annað við samstarvi gjøgnum Heimsbankan, sigur ráðharrin við menningarsamstarvi.
Ein nýggj frágreiðing frá UNICEF vísir, at 200 milliónir av heimsins fátækastu børnum ikki fáa rætta føði.
Tær 192 milliónirnar, ið danska stjórnin gevur fátøkum verður latin til hesi: Í vestur og norður Afrika fáa Matvørufelagsskapurin hjá ST (WFP) og altjóða Reyði Krossur (ICRC) 20 milliónir hvør. Londini á Afrikanska horninum, har hungursneyð er, fáa eisini sín part: 56 milliónir krónur fara gjøgnum ST til Etiopia og Somalia, 25 milliónir krónur til Suðursudan gjøgnum ST, og 55 milliónir krónur til altjóða Reyða Kross. 16 milliónir krónur fara eisini gjøgnum ST til Bangladesj.