Lata milliónir til heilsugransking

Í morgin verður kunngjørt, hvør fær milliónir úr sjúkrakassagrunninum

Fríggjamorgunin kl. 9.30 verður tíðindafundur í Heilsumálaráðnum, har kunngjørt verður, hvørjar verkætlanir innan heilsugransking fáa stuðul úr Sjúkrakassagrunninum.

 
Granskingarráðið, ið umsitur fæið hjá niðurløgdu sjúkrakassunum, hevur fingið 28 umsóknir um stuðul til verkætlanir innan høvuðsøki 2.


Høvuðsøki 2 er eitt av trimum høvuðsøkjum, ið  fæið hjá sjúkarakassunum skal lutast út til. Økið fevnir um stuðul til gransking, sum kann menna heilsuøkið í Føroyum.  Upp til 7,5 mió. kr. vóru tøkar at luta út til høvuðsøki 2 í hesum umfarinum.

 

Á tíðindafundinum í Heilsumálaráðnum verður kunngjørt, hvørjar umsóknir fáa stuðul á høvuðsøki 2 í ár.

 

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, og Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, fara at leggja fram á tíðindafundinum.

 

Játtanirnar verða almannakunngjørdar 19. desember, ið er ársdagurin fyri, nær fyrsti sjúkrakassin í Føroyum varð settur á stovn.