Lata nú onnur fáa

Leygardagin doyði fimta grindin í Vágum innanfyri ein mánað, og sýslumaðurin helt, at nú mundi fólkið í oynni eiga nóg mikið av grind.

 

Men áðrenn hann tók avgerðina, at grindin ikki skuldi skiftast til oynna, spurdi hann, sum hann eigur at gera, bygdarráðsformenninar. Øll vóru samd um at lata onnur fáa hesa grindina, og sýslumaðurin avgjørdi at lata bygdirnar á vestursíðuni á Streymoyni og Skála kommunu fáa grindina.

Regin Jespersen, sýslumaður, sigur, at kemur nøkur grind aftrat í Vágum í heyst, verður hon eisini latin øðrum bygdum. Tó er tað so, at kemur ein grind á Miðvág, verður í hvussu er roynt at merkja hvalirnar og reka teir út aftur.

Regin Jespersen sigur, at tað vóru fleiri kommunur, sum ringdu og bóðu um at fáa grind, um hon ikki varð skift til økið.

Tað bleiv Skála kommuna, sum fekk, tí hon var við sviðusoð eina aðra ferð, tá so stór grind doyði í Vágum, at aðrar kommunur fingu burturav.

Í grindini, sum leygardagin doyði í Bø, vórðu merktir 172 hvalir. Umframt tað, sum varð skift og drápspartarnar, var nakað selt, men ikki meira enn 52 skinn.Tað var bara fyri skaðar, sigur sýslumaðurin.

Sýslumaðurin fær altíð stóran part, men Regin selur ongantíð burtuav sínum parti. til at samsýna við fyri tænastur.

Regin sigur, at drápið í Bø leygardagin gekk sera sæl. So at siga alt gjørdi landgongd, og drápið vardi bara í 13-14 minuttir. Hevði meira fólk verið, hevði drápið gingið enn skjótari.

- Teir ungu menninir her ganga nógv uppí at skera á háls, og at alt skal ganga skjótt, sigur Regin.

Teir royndu í hesum drápinum nýggja grindaongilin, og væl bar til.