Gamlaárskvøld tosar pávin tað, til bønir í katólsku kirkjuni kann tað hoyrast, men eisini hvørja viku í Hoydølum verður útdeyða latínska málið livandi aftur, men hetta kann hvørva, nú næmingarnir skulu velja valfak fríggjadagin.
- Áður var tað um helvtin av næmingunum, sum kundu royna latín, áðrenn teir tóku støðu til hvørt teir ætlaðu at halda áfram. Við útbúgvingarligu broytingunum til 'leiðir' hvørvur fólkagrundarlagið undir at stovna latín sum framhaldsfak, nú bert ein brøkpartur sleppur at royna fakið, áðrenn tey avgera hvørt tey ynskja at halda fram ella ikki, sigur Birgit Remmel.
Týsktfødda Birgit Remmel undirvísir í latíni, sponskum og føroyskum í Hoydølum, umframt at vera stinn í ikki færri enn níggju øðrum málum. Eftir hennara tykki hevur eitt keðiligt rák hevur tikið seg upp, har alment dannandi miðnámsútbúgving má víkja fyri spesialiseraðum útbúgvingum.
Ber til at velja latín
- Vit síggja, at næmingar í fólkaskúlanum nú skulu til at velja eina rúgvu av fakum til ella frá, áðrenn teir yvirhøvur fáa høvi at royna fakini á miðnámi. Næmingarnir verða sostatt noyddir at velja út frá tí fatan av fakunum, tey hava frammanundan – sum ofta eru fordómar.Við øðrum orðum hvørvir tann breiða útbúgvingin so líðandi, sum vit síggja í døminum um niðurraðfestingina av latíni og hinum fremmandamálum, sigur hon.
Hetta er nakað, sum hevur fylgt við bygnaðarligu broytingunum frá 2013 á miðnámi. Undan broytingini, gjørdi Birgit av, at hon vildi undirvísa øllum fýra flokkunum, sum fyri seinastu ferð høvdu latín sum kravfak.
- Á tann hátt kundi eg vita eftir, um tað ikki bar til at motivera næmingarnir somikið, at grundarlag var fyri at stovna latínflokkar á hægri stigi – og tað bar til, sigur Birgit og vísir á, at tað ber framvegis til at velja latín á bæði mið- og hástigi.
- Latín var málið hjá rómverjum, og við málinum fáa næmingarnir ein lykil til øll nútíðarmálini av somu málsligu ætt. Somuleiðis veitir fakið eitt beinleiðis innlit í vesturlendska hugsan við tí søgu, sum er tengd at latíni. Framhaldsfakið kann veljast av øllum næmingum uttan mun til breyt ella leið á øðrum ella triðja ári, men ikki nógv brúka tann møguleika sum er, sigur hon.
Longri samrøða við spennandi sjónarmiðunum hjá Birgit Remmel kunnu síggjast í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í annaðkvøld.