Laudrup spøkir enn í Chelsea

Listin yvir evnir til komandi Chelsea venjaran er komin niður á fýra, og sambært enska blaðnum The Sun er Laudrup ein teirra Fleiri av kendu venjarunum hava ? so løgið tað annars kann ljóða ? sagt nei takk til starvið sum venjari hjá Chelsea. Seinast er tað Milan venjarin, Carlo Ancelotti, sum hevur takkað nei til starvið.

Sambært enska blaðnum The Sun er listin nú komin niður á fýra toppkandidatar til starvið sum Chelsea venjari. Sambært blaðnum eru teir:

Roberto Manchini, sum Ancelotti viðmælir, hevur vunnið meistaraheitið við Inter trý ár á rað.

Frank Rijkaard, sum Ancelotti eisini rósar, hevur vunnið meistaraheitið og Champions League við Barcelona.

Luiz Felipe Scolari, hvørs CV millum annað inniheldur HM-gull við Brasilies í 2002; hevur verið landsliðsvenjari hjá Portugal síðani.

Michael Laudrup, snildi og evnaríki danin er markaður sum ein av bestu komandi venjarunum í Europa. Fáar royndir, men hitti Roman Abramovich í Moskva fyri stuttum.

Soleiðis ummælir The Sun teir fýra venjararnar, og so er bert at bíða og vita, hvør setist í glóðheita Chelsea venjarasessin.