Tað tók teirri 16 ára gomlu niðurlendsku gentuni Laura Dekker 363 samdøgur at sigla runt um jørðina í 38 føtur stóra bátinum Guppy, og hon er sostatt tann yngsti einstaklingurin, sum hevur siglt runt um jørðina.
Laura Dekker legði frá landi á karibisku oynni Saint Martin tann 21. januar í fjør. Ferðin vakti stóran ans, tí mong hildu tað vera púra burturvið at lata eina so unga gentu fara undir eina so hættisliga ferð.
Niðurlendska stjórnin gjørdi eisini sítt til at steðga ætlanini, og ein dómstólur í býnum Utrecht gjørdi av, at foreldrini skuldu missa foreldrarættin til gentuna fyribils. Tað fekk Lauru Dekker til at flýggja, men hon varð funnin í Niðurlendsku Antillunum. Men so broytti ein dómstólur avgerðina hjá dómstólinum í Utrecht, og gentan slapp at gera sína ferð við loyvi frá foreldrunum.
Laura Dekker varð borin í heim umborð á einum stuttleikabáti nærhendis Ný Sælandi, tá foreldur hennara vóru á einari ferð runt um jørðina. Tann ferðin vardi samfull sjey ár.