Andreas Lava Olsen verður ikki við til dystinum móti HB í kvøld.
Andreas Lava Olsen, ið júst er komin aftur til Víking eftir nøkur ár í donskum fótbólti, verður ikki tøkur til dystin móti HB í kvøld.
Hann hevur fingið bruna í fótin og gongur í løtuni á høkjum.
Víkinga-fjepparar gleddu seg uttan iva til at síggja Andreas Lava Olsen á vøllinum aftur, men tann gleðin má bíða nakað afturat.
Samstundis hava vit fingið váttað, at Jóan Símun Edmundsson byrjar inni fyri HB eftir skiftið frá AB.