Andreas Lava Olsen legði Frem á odda 3-2, tá tíðin í umdystinum var farin. Minuttin seinni fekk heimaliðið aftur mál, tá ÍF Føroyar tveitti alt fólkið fram, eisini málverjan, tá føroysku útisetarnir høvdu hornaspark. Tá fór Frem í skjótálop og skeyt bóltin í tóma málið.
Tað var sera nær við, at ÍF Føroyar vann seg víðari úr donsku steypakappingini. Hanus Eliasen legði føroysku útisetarnar á odda í fyrra hálvleiki, men Frem svaraði aftur eftir steðgin. ÍF Føroyar kom á odda aftur í umdystinum, men seinastu átta minuttirnar fekk Frem trý mál og vann 4-2. 123. minuttir:
Dysturin er liðugur, og Frem vann 4-2. Andreas Lava Olsen legði heimaliðið á odda 3-2 í 121. minutti, og lítla løtu seinni økti Frem eftir skjótálop, tá málverjin hjá ÍF Føroyum var farin fram við í hornaspark.
114. minuttir:
Frem hevur javnað. Støðan er nú 2-2. Tað var eftir uppspæl í vinstru, at heimaliðið fekk mál. Seks minuttir resta í av umdystinum.
107. minuttir:
ÍF Føroyar stevnir nú móti sigrinum! Frísparkssnillingurin Rasmus Nolsøe hevur lagt føroysku útisetarnar á odda. Hann royndi seg við beinleiðis frísparki, fáar metrar frá brotsteiginum, og bólturin sat uppi í málhorninum.
105. minuttir:
Einki mál er komið afturat, nú fyrri hálvleikur í umdystinum er farin. Eingir upplagdir møguleikar hava verið. Bæði liðini kenna møðina, og leikferðin er lækkað munandi. Tað er vátaslettingur í Valby í løtuni.
90. minuttir:
Vanliga leiktíðin er farin, og tað er neyðugt við umdysti. Føroysku útisetarnir tykjast útlúgvaðir á váta grasvøllinum. Frem hevur trýst í seinna hálvleiki, og spurningurin er nú, um ÍF Føroyar fer at hóra undan.
Tað verður spælt tvær ferðir fimtan minuttir í umdystinum.
87. minuttir:
Málskjúttin á føroyska liðnum, Hanus Eliasen, er farin út. Inn aftur er komin Páll Mohr Joensen.
83. minuttir:
Føroyingurin á liðnum hjá Frem, Andreas Lava Olsen, er útskiftur. Hann var lítið eyðsýndur. Liðini kunnu gera so nógvar útskiftingar, sum teimum lystir.
81. minuttir:
Frem hevur javnað. Tað var eftir innlegg úr vinstru, at heimaliðið fekk mál. Rókur av Fløtum Jespersen fór út fyri lítlari løtu síðan við skaða. Inn kom Kaj á Stongum. Frem hevur verið fullkomiliga við yvirlutan eftir steðgin.
66. minuttir:
Niels Joensen, liðskipari hjá ÍF Føroyum, hevur fingið gult kort. Tað hevur við sær í lægru deildunum, at tú noyðist at sita uttan fyri í 10 minuttir. Miðvallarin hevur sitið uttan fyri eina løtu, men tað hevur ikki havt stórvegis ávirkan higartil. Føroyingurin á liðnum hjá Frem, Andreas Lava Olsen, hevur ikki gjørt stórvegis skreytir higartil.
60. minuttir:
Frem hevur lagt bragdliga fyri í seinna hálvleiki og trýstir føroysku útisetarnar. ÍF Føroyar er undir stórum trýsti, men er framvegis á odda. Føroysku útisetarnir dúva upp á snarálop, og tað hevur riggað væl higartil. Páll Mohr Joensen er farin út, og Jóan Petur Holm er komin inn.
46. minuttir:
Nú skal eftir øllum at døma okkurt henda hjá Frem. Venjarin hevur framt tríggjar útskiftingar í hálvleikinum. Andreas Lava Olsen er framvegis á vøllinum. ÍF Føroyar hevur gjørt eina broyting í steðginum. Magni Høgnesen er farin út, og Bárður Danielsen er komin inn.
45. minuttir:
ÍF Føroyar er á odda í hálvleikinum. Tað er uppiborið, at føroyingarnir eru á odda, men Frem hevur verið nær við at javna.
40. minuttir:
ÍF Føroyar hevur nógv á bóltinum higartil í dystinum. Tað er ikki óuppiborið, at føroysku útisetarnir eru á odda, frætta vit úr Keypmannahavn.
Hanus Eliasen legði ÍF Føroyar á odda, tá 33 minuttir vóru spældir. Stefan Kalsø legði inn fyri úr vinstru, og fuglfirðingurin stýrdi bóltinum í málið.
----------------------------------------------------------------------------------------
ÍF Føroyar: Trygvi Askham - Magni Høgnesen, Rasmus Nolsøe, Jákup Olsen, Jóhan V. Gunnarsson - Hanus Eliasen, Niels Joensen, Emil Nolsøe Leifsson, Páll Mohr Joensen - Stefan Kalsø, Rókur av Fløtum Jespersen
Á beinkinum: Bárður Danielsen, Jóan Petur Holm og Kaj á Stongum