Tað ljóðar, at russiski uttanríkisráðharrin skal skiftast út Eitt blað í Russlandi skrivar í dag, at Dmitrij Medvedev, forseti, og Vladimir Putin, forsætisráðharri, eru til reiðar at skifta Sergej Lavrov, uttanríkisráðharra út í einari roynd at fáa betri viðurskifti við Vesturheimin.
Lavrov er kendur fyri at vera bersøgin, og hann hevur verið sera hvassorðaður mótvegis Vesturheiminum í sambandi við kreppuna í Georgia.
Sambært blaðnum hevur hann helst verið í so hvassorðaður, og tí er ikki óhugsandi, at hann fær annað starv í stjórnini.