LØGMANSSTEYPIÐ
Eysturoyggin fer at eiga eitt umboð í ólavsøkufinaluni. Um tað verður GÍ ella NSÍ verður ikki avgjørt fyrrenn sunnudagin. Undan tí dystinum er GÍ eitt vet betri fyri, men fyrimunurin er einki at tosa um. Um NSÍ annað árið á rað skal vinna seg í finaluna, so skulu teir gera mál í Sarpigerði næsta sunnudag. Um einki mál verður skorað sunnudagin, so verður tað GÍ, sum verður finaluliðið.
Dysturin í Runavík endaði 1?1. Um tað stendur á jøvnum eftir tveir dystir, so eru tað útivallarmálini, sum gera av, hvat liðið skal í finaluna, og GÍ tryggjaði sær sunnudagin eitt mál á tí kontoini.
Popczynski høvuðsleikari
Gøtumenn vóru ikki komnir til Runavíkar fyri at hava ábyrgdina av leikliga undirhaldinum. Heilt eyðsýnt var tað, at teir sóu hesa uppgerðina sum 1. hálvleik í tveimum dystum, og teir lupu ongantíð framav.
Í 1. hálvleiki var Popczynski fremstur, og so var Magnus Skoralíð eitt vet aftanfyri, og í 2. hálvleiki var útgangsstøðan heilt greitt 4?5?1. Ungu menninir á miðvøllinum royndu at stríðast, og úrslitaliga komu teir væl burturúr tí. Men tað vóru álopsdygdirnar hjá spælandi venjaranum, sum tað varð dúvað mest uppá. Verjan royndi seg ofta við longum sendingum, og NSÍ verjan hevði av góðum grundum stóra virðing fyri Popczynski, sum tykist vera eins væl fyri nú, sum hann var, tá ið hann hevði ábyrgdina av FM liðnum hjá VB.
GÍ hevði fáar og smáar royndir á NSÍ málið. Í 1. hálvleiki var Jens Martin Knudsen í NSÍ málinum einu ferðina ikki heilt vísur í, um bólturin var farin í málið ella ikki, tá ið Popczynski hevði roynt seg við lumpisligum langskoti, og so var tað, í síðstu løtu, at Popczynski sjálvur fekk tiltuskað sær brotsspark, sum hann setti í netið.
Megnaðu ikki at varðveita
NSÍ legði bragdliga fyri. Teir settu hol á beinanvegin, og tað kundi kanska havt boðað frá, at heimaliðið skuldi leggja unga mótstøðuliðið undir støðugt trýst og fáa tey málini, sum kundu havt við sær, at uppgerðin næsta sunnudag ikki hevði so stóran týdning. Men soleiðis gekst tað ikki.
Málinum bilti einki. Sonni L. Petersen snittaði við høvdinum langa sending framum verjuna, hann megnaði at renna eitt sindur úr høgru og frá mótstøðumonnunum, og tá ið hann var komin um brotsteigarmarkið eitt sindur til vinstru, langaði hann til við vinstra beini, og bólturin sang í netinum aftanfyri Jazek Przybylski.
Í 1. hálvleiki megnaði NSÍ onkra ferðina at spæla seg ígjøgnum í borðunum. Men í flestu førum var talan um langar sendingar fram til Petersen brøðurnar. Hjá teimum var tað torført, um teir ikki í fyrstu atløgu fingu tamarhald á, tí lotið bar við sær, at tað ? hóast teir eru kvikir ? ikki var lætt at renna bóltin uppaftur.
Sonni L. Petersen hevði gyltan møguleika undan steðginum at økja um heimaleiðsluna. GÍ kiksaði í uppspælinum, Helgi stakk bóltin fram til Sonna, sum gjørdist púra leysur. Hann setti ferð á, men tøvdi eitt lítið vet, tá ið hann skuldi leggja til, og so eydnaðist tað framúr skjóta Poul Andreas Jacobsen at tveita seg fram og takla.
Eftir steðgin hevði NSÍ lotið ímóti. Teir noyddust at skifta fólk, og teir megnaðu ikki at varðveita trýstið, sum kundi borið týdningarmikla 2?0 málið við sær. Jónstein Petersen, sum var væl upplagdur, hevði eina roynd, sum fór dygst omanfyri, og so var tað, at GÍ javnaði við brotssparki.
Hjá NSÍ líkist støðan nógv henni, tá ið teir í fjør spældu seg í finaluna. Ta ferðina var úrslitið 0?0 í Runavík, men so vann NSÍ á Svangaskarði. Nú eiga teir torføra grannauppgávu í Gøtu. Og hvørki GÍ ella NSÍ kunnu metast sum favorittar.
Fyrrra hálvfinalan
NSÍ?GÍ 1?1 (1?0)
1?0: Sonni L. Petersen
1?1: Krzystof Popczynski br
Dómari: Oddmar Andreassen
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Kári Hansen, Ian Højgaard, Jónstein Petersen ? Sonni L. Petersen, Helgi L. Petersen
GÍ: Jazek Przybylski ? Poul Andreas Jacobsen, Bartal Eliasen, Leivur Hansen, Bárður á Lakjuni ? Jónreid Dalheim, Høgni Madsen, Símun Samuelsen, Símun Louis Jacobsen ? Krzystof I (Popczynski, Magnus Skoralíð