Ólavsøka í Keypmannahavn er ikki tað sama sum ólavsøka í Havn, men mong hava hug at hittast hesar dagar til prát og gaman og at fáa ein føroyskan bita. Týðiligt er, at mong eru fólk, sum er niðri og ferðast og so leggja leiðina fram við Vesterbrogade 17A á ólavsøku. Tey flestu lesandi eru heima, men nakað av teimum mongu fastbúgvandi leita sær eisini ein túr inn á Vesturbrúgv at hitta kenningar.
Ólavsøkutiltøkini á hesum sinni verða bert teir báðar ólavsøkudagarnar 28. og 29. juli. Skráin er hendan:
Ólavsøkuaftan:
kl. 12: Kaffistovan letur upp. Smurdur matur við føroyskum viðskera og føroyskt øl frá Føroya Bjór fæst m.a. í kaffistovuni.
kl. 14: Fernisering: »Studierejse udi Færø«. Tólv listafólk hava framsýning av myndum, sum vórðu gjørdar á Føroyaferð í vár. Hesi listafólk hava arbeitt saman á Billedskolen på Jagtvejen. Teirra millum eru Eivind í Gongini og Elin Smith. Undir ferniseringini er húsið vertur.
kl. 16: Vit samsenda kappróðurin í Havn yvir telefonina saman við Útvarpi Føroya. Við tí nýggja ljóðanlegginum hoyrist hetta sera væl.
kl. 19: Ólavsøkurøðan: Ragnhild Sørensen heldur røðuna. Felagssangur.
kl. 22-03: Ólavsøkudansur. FUSE við Kristinu Heldarskarð, Axel Eysturstein og Símun Konoy spæla. Eisini verður farið upp á gólv. Atgongumerkið til dansin kostar 50 kr.
Ólavsøkudag:
kl. 12: Kaffistovan letur upp
kl. 17: Ólavsøkugudstænasta í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv. Tað er stutt frá Føroyahúsinum. Bergur Jacobsen prestur prædikar. Eftir gudstænastuna hittast fólk aftur í Føroyahúsinum.
kl. 21-24: Kafékvøld við felagssangi. Axel Eysturstein spælir. Kl. 22.30 er midnáttarrøða: Tormóður Stórá, formaður í nevndini fyri Føroyahúsið, heldur røðu.
Tiltøk í Føroyahúsinum í heyst:
Í juli mánað hevur kaffistovan verið stongd. Gólvið er umvælt og stovan vaskað upp og niður. Kaffistovan letur uppaftur sunnudagin 26. juli. Opið er gerandis frá kl. 14. Tó verður í august bert opið frá kl. 14-18. Leygardag er kaffistovan stongd og verður nýtt til onnur tiltøk.
August er vanliga friðarligur mánaður. Fólk støkka inn á gólvið at fáa sær ein drekkamunn og lesa føroysku bløðini. Men tá ið august fer at halla, verður farið undir tey mongu tilboðini og tiltøkini, sum halda áfram til seinas tí mai.
Týsdagsdøgurðarnir, sum eru felagsborð, byrja aftur týsdagin 25. august kl. 17.30. Teir eru hvørt týskvøld. Hetta fyrsta týskvøldið kl. 19 verður reseptión. Tá kemur triðja útgáva av Útisetabókini. Óli Olsen, sum er útgevari, fer at greiða frá arbeiðnum við hesi sera hentu telefonbókini hjá føroyingum uttanlands. Høvi verður eisini at síggja nýggju føroysku orðabókina.
Sunnudagin 30. aug. verður fernisering: Erik Olsen, sum býr í Esbjerg, fer at sýna fram brúkslist: stakar, vasar, borð, stólar o.a. Erik fer eftir døgurðan 1. sept. at greiða frá hesi list og sínum arbeiði sum busssmiður o.m.a. Eftir hesa framsýning koma tvær aðrar í heyst, sum Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn skipar fyri.
Týsdagin 8. sept. byrjar bingokvøldini aftur. Tey eru annaðhvørt týskvøld kl. 19. Sjey kvøld verða í heyst og sjey aftur til várs. Hetta eru vældámd kvøld, sum byrja beint eftir døgurðan. Tey eru eitt gott íkast til raksturin í húsinum, men hetta er eisini hugnakvøld hjá mongum.
Umframt hes tiltøk eru mong onnur í heyst: fyrilestrar, bókmentakvøld, bridgekappingar, kafékvøld, veitslur, dansur, víndagurin við borðhaldi 3. oktober, Kulturnatten 9. okt., sum er felagstiltak í Keypmannahavn o.a.