Ólavsøkan: Tórsódn á Skálatrøð

Til Ólavsøkuna í ár hevur Tórshavnar Ítróttarráð í samstarvi við Tórshavnar Kommunu leigað allarhelst størsta einstaka aktivitetin, ið er sæddur í Føroyum. Talan er um eina 16 m høga Melduródn. Hetta er nakað, ið er kent frá flestu stóru Tivoli og fer uttan iva at seta lív í Skálatrøð. Melduródnin hevur fingið navnið Tórsódn.

 

Tórshavnar ítróttarráð skipar fyri tivoli og øðrum undirhaldi á Skálatrøð, sum t.d hoppilandi, Tórsódn, trampolin, karusell, fiskibrunni, ymiskt undirhald við ballónum, vatnbóltum, bátum, píla-/bóltkasti, byrsu- og maskinbyrsuskjóting, gyroskopi, el-bilum, el-tarvi, sumo, gladiatorum, tombola og øðrum.

 

Harumframt fæst góður matur og drekka til keyps. Nósi vitjar, Kaptein Gardar fer á skattaveiðu, klovnurin Bubu vitjar og DJ-show verður eisini. Sí skránna.

 

Kelda:

www.torshavn.fo/Default.aspx