Tíðindaskriv frá Kórsamband Føroya
Aftur í ár fer væntiliga eitt stórt kór at seta dám á løtuna, tá skrúðgongan ólavsøkudag kemur úr kirkju og niðan á tinghúsøkið.
Kórleiðari á Tinghúsvøllinum verður aftur eins og seinasta ár Leif Hansen; men kórhugnaløtuni á Tinganesi aftaná, sum eisini er vorðin siðvenja, tekur Ólavur Hátún sær av.
Ein og hvør, sum hevur sanghug og mál, er væl-komin at verða við til hendan kórsang á landsins tjóðardegi.
Venjingarnar verða á Føroya Læraraskúla, og tíðirnar verða hesar:
Týskvøldið 10. juli kl. 19.00
Sunnudagin 15. juli kl. 15.00
Sunnudagin 22. juli kl. 15.00 og
Hóskvøldið 26. juli kl. 19.00