Eins og tey mongu árini frammanundan verður aftur í ár kórsangur á Tinghúsvøllinum í sambandi við skrúðgonguna av landsstýrismonnum, løgtingsmonnum, prestum og embætisfólki Ólavsøkudag eftir kirkjuguðstænastuna.
Fyrsta venjingin fram ímóti hesari kórløtu verður í Kommunuskúlahøllini nú sunnudagin kl. 15.00. Eftir hesa venjing, sum væntiliga fer at vara fram til kl. 18.00, verður støða tikin til, hvussu nógvari venjing tørvur verður á aftrat, og nær hon verður.
Við tað at okkara mentanarháborg Norðurlandahúsið í ár hevur 15 ár á baki, verður gjørt eyka burtur úr kórsanginum á Ólavsøku. Kantatan Brúgvar, sum Karten Hoydal og Vagn Holmboe skrivaðu til upplatingarhátíðarhaldið í Norðurlandahúinum 8. mai 1998 verður framførd umframt føðilandssangir verða sungnir undir Tinghúsinum í ár. Solistar verða Sanna í Brekkunum og Hans Iversen.