Nýtt lív er blást í felagið FUT, sum nú eitur Futt, og ólavsøkukonsertin í ár er tískil eisini hamskift. Konsertin verður í Tórsgøtu í Havn á einum útipalli og á Tjóðpallinum, og øll hava sokallaðan VIP status, tí til ber at ganga og hugna sær á økinum og millum pallarnar.
Futt hevur lagt seg eftir at bjóða føroyskan tónleik og at hava tónleik á høgum støði. Futt hevur hesa vikuna latið nøkur nøvn likið út, men nú er klárt at avdúka nøvnini á øllum, sum fara á pall. Tey sum fara á pall eru hesi:
Hanus G Johansen við bólki, Páll Finnur Páll, Lena Anderssen, Sic, 200, BET YOU ARE WILLIAM, Synarchy, DJ Pete Switch, Eager to Please, Katla, Martin Joensen og Brandur Enni.
Atgongumerki til konsertina fáast hjá Tutl á Káta Horninum í Havn.