Ólavur Justinussen 70 ár

Leygardagin 11. mars fylti Ólavur Justinussen í Havn, Ólavur hjá svínoyinginum, 70 ár.


                      Ólavur er yngsti sonur Mariu fødd Thomsen, ættað úr Króki í Hvalba, og Søren Meinert Justinussen, oftani nevndur svínoyingurin, ættaður uppi í Húsi í Svínoy. Tey bæði giftust í 1932 og búsettust í Rabarbukvarterinum, har Ólavur eisini býr í dag. Systkini vóru 7 í tali. Eigil var elstur, hann doyði í 1974, næstur var Kjartan, hann doyði í 1982, síðani var Anna, hon doyði 2 ára gomul, tá ið Ólavur var nýføddur, so er Ólavur, síðani Anna, hon doyði í 2002 og so eru Tórhild og Ása, tær búgva á trøðni uppi við Villingadalsvegin, sum Søren Meinert í síni tíð saman við verfaðirinum breyt upp úr nýggjum.
                      Tá ið Ólavur var fermdur í 1950, fór hann sum messudrongur við Oyrnafjall. Oyrnafjall var í Grønlandi við útgerð, og tók ímóti fiski frá útróðrarbátum. Sjólívið hjá Ólavi varð ikki drúgt. Hann fór í snikkaralæru hjá Hartvig Hansen, og í 1956 fór hann á handverkaraskúlan í Haslev, har hann tók sveinastykkið. Hann arbeiddi síðani eitt stutt skifti í Danmark.
                      Heimafturkomin fór hann at smíða  ymsa staðni, fyrst hjá Lamhauge og Waagstein, síðani í nógv ár hjá Hilmari Dam, og tá ið Hilmar Dam gavst, fór Ólavur saman við Haraldi Debess at smíða hús, og tað gjørdi hann, til hann gjørdist sjúkur. Ólavur er tiltikin vælgjørdur smiður.