Ólavur Kjølbro vann Haldur Holm cup

Billardárið er nú byrjað, og í afturvendandi Haldur Holm kappingini gjørdist ungi klaksvíkingurin, Ólavur Kjølbro, fremstur

Billard

Síðsta vikuskifti byrjaði billardárið við kappingini um Haldur Holm steypið í Klaksvíkar klubba Òlavur Kjølbro úr Klaksvíkar klubba gjørdist stóri vinnarin. Hann fekk ikki minni enn 27,7 eygu í miðal, tað má sigast at verða sera gott av Ólavi havandi í huga at hetta bert er anna árið hjá honum sum billardspælari.
Nr. 2 gjørdist vinnarin frá í fjør Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar klubba, hann hevði góð 26 eygu í miðal.
Síðani var nakað niður til triðja plássið, har Bjarni Skålum hevði 21,24 í miðal. Carsten Hansen úr Havnar Klubba, Sonhard Johannesen úr Klaksvíkar Klubba og Njál R. Petersen úr Billardfelag Fuglafjarðar vóru á plássunum 3-6.
Tríggir teir fremstu leikararnir fingu steyp frá Føroya Bjór