Heiðurin fyri vakrasta talvið frá FM fyri einstaklingar, sum varð telvað á Páskum í Tórhavn, varð latin Ólavi Simonsen, úr Klaksvíkar Talvfelag. Eftirmetingarnevnd gjørdi úrskurð ímillum innsendu talvini. Ólavur var avgjørdur favorittur at vinna heiðurin, við atliti at sera snøgga sigrinum á Finnbirni Vang. Hinvegin metti nevndin, at sigurin á Helga Dam Ziska var vakrasta talvið í FM kappingini. Ólavur hevur við heiðurinum lagt seg klárt á odda í vakurleikasteypum. Ofta undirhaldandi álopstelvingin hevur higartil givið heili fimm vakurleikasteyp.