Leadberry við nýggjari útgávu

Leadberry er mannað av teimum báðum systkinabørnunum Jústines í Túni og Sakaris

E. Joensen. Teir komu fyrst fram í ljósið í samband við singer/songwriter kappingina 2010, har ið teirra fangandi og lívliga framførsla førdi teir víðari í finaluna og vann teimum pláss á G! festival skránni.

 

Síðani hava teir verið at hoyrt bæði á palli, á sjónvarpi og í útvarpi, eitt nú við løgunum Hello Pretty og Sweetsum hava verið í umfar á útvarpstøðunum.

 

Í seinastuni hava teir verið virknir í upptøkuhølunum og er úrslitið frumútgávan

Hello Pretty. Hon er upptikin í einum sjarmerandi, gomlum húsum, har ið teir báðir

saman við góðum vinfólki hava snikkað fimm løg saman.

 

EP´in er til keyps hjá Tutl á Káta Horninum og Expert, umframt ymsum sølustøðum kring landið.

 

Leadberry framføra í Sirkus í kvøld kl. 21:00.