Leggið lyklarnar á borðið

Longu fríggjadagin eftir løgtingsfundin skuldu landsstýrismenninir hjá Tjóðveldisflokkinum avlevera lyklarnar. Annita og Høgni náddu ikki at rudda skrivstovurnar.

Um tveytíðina fríggjadagin, tá Karsten Hansen var aftur á skrivstovuni í Fíggjarmálaráðnum lógu boð til hansara um at lata lyklarnar frá sær.
- Eg veit ikki um nakar roknaði við at eg fór at taka nakað við mær, sum ikki var mítt. Eftir øllum at døma hevur álitið á meg verið so lítið, sigur Karsten Hansen, sum ikki náddi at siga starvsfólkunum farvæl.
Karsten Hansen var landsstýrismaður í fíggjarmálum í næstan seks ár.
- Tað kendist løgið at vera uppsagdur upp á handan mátan. Tað kendist óvirðiligt. Eg hevði einki skeivt gjørt. Løgmaður hevði gjørt nakað skeivt og ruddiliga tað. At loysnin so var at koyra meg til hús og sjálvur vera sitandi, haldi eg var løgið, sigur Karsten Hansen.
- Eg havi verið í mongum hørðum leiki, har nógv hevur staðið á, men eg havi eisini verið ein av teimum, sum hevur gingið í millum. Eg havi havt gott samstarv við Anfinn Kallsberg, men at taka lyklarnar frá mær á handan hátt kendist óvirðiligt.
Eisini Anita á Fríðriksmørk skuldi av við lyklarnar longu fríggjadagin.
- Har vóru boð komin úr erva. Eg haldi tað var eitt sindur snedigt, sigur Anita á Fríðriksmørk.