Leggja spillvatnsleiðing við Hvanndalsá

Arbeiðið við spillvatnsætlanini hjá Vágs Kommunu heldur áfram. Nú er farið undir at leggja nýggja spillvatnsleiðing við Hvanndalsá.

Hetta upplýsir Vágs Kommuna á síni heimasíðu.

Higartil hevur frárensl frá einstøkum rottangum runnið út í Hvanndalsá. Við nýggju rørleiðingini fer alt í rør og er hetta í tráð við ætlanina um at fáa áirnar í kommununi reinar fyri spillvatn, skrivar Vágs Kommuna.

Arbeiðið verður framt av tekniska toyminum hjá Vágs Kommunu.