Leggur stóran dent á økismenning

Spurningurin um útjaðaran og um økismenning er av og á frammi í kjakinum. Sosialurin fer at royna at viðgera hetta stóra mál meira miðvíst, og leggja vit fyri í dag við viðtali, sum Tummas í Dali hevur gjørt. Vit vilja eisini heita á lesararnar um at skriva um hetta evnið og annars siga sína hugsan. Sendið tilfarið til okkara ella ringið.

Tummas í Dali


Økismenning stendur rættiliga ovarlaga á politiska breddanum hjá Javnaðarflokkinum í hesum tíðum, sigur formaður floksins, Jóannes Eidesgaard.

Og við økismenning verður hugsað um, at økini uttan fyri høvuðsstaðin verða eins framkomin og nútímans í umsiting, tænastum og størvum annars sum høvuðsstaðurin.

Jóannes Eidesgaard frøist um, at í dag eru alt fleiri politikarar, sum viðurkenna trupulleikan, sum útjaðarin er í, men hann sigur seg tó verða noyddan at staðfesta, at politikkurin hjá sitandi samgongu hevur ikki broytt óhepnu gongdina.


Markanaðarkreftir

og økismenning

Harafturímóti óttast hann, at politisku ætlanirnar hjá sitandi samgongu fara at gera støðuna í útjaðaranum verri.

- Tað letur til, at í framtíðini verða tað bert markanaðarkreftirnar, sum ráða fyri, hvar tað vinnuliga virksemið skal vera, sigur Jóannes Eidesgaard.

- Vit síggja tað í sambandi við endurnýggjanina av fiskiskipaflotanum, og serliga týðiliga síggja vit tað í tí ætlaða óavmarkaða handlinum við veiðikvotum.

- Hesin politikkurin førir til, at veiðirættindini verða savnað, har kapitalurin er sterkastur, og tað er einki at ivast í, at tað er kring miðstaðarøkið, at tað verður, sigur hann.


Ísland ? ongin fyrimynd í so máta

- Tað, sum krevst fyri at økja um virksemið í útjaðaranum, er, at politikarar síggja landið sum eina heild, síggja landið sum eitt ábyrgdarøki, uttan mun til hvar teir eru valdir.

- Vit kundu - eins og íslendingar hava gjørt ? í allar mátar góðtikið eina savnan av virkseminum á einum stað ? í teirra føri er tað í Reykjavík.

- Liberalistiski politikkurin í Íslandi hevur viðført, at markanaðarkreftirnar hava stýrt gongdini soleiðis, at útjaðarin er avtoftaður í stórum.

- Handan gongdin er eitt úrslit av tí valinum, sum íslendingar hava gjørt, men henni stríðast vit so avgjørt ímóti her í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard.

- Ongin eigur at misskilja viðgerðina av útjaðaranum soleiðis, at Tórshavn ikki framvegis skal vera høvuðsstaður.

- Sjálvandi skal Tórshavn vera høvuðsstaðurin við teimum uppgávum, sum hoyra høvuðsstaðnum og miðfyrisitingini til.

- Tað, sum er átrokandi, leggur Jóannes Eidesgaard dent á, er, at vit fáa sett mark millum tað, sum sjálvandi skal liggja í Tórshavn, og tað, sum natúrliga og uttan trupulleikar kann liggja uttanfyri.


Tíðirnar broytast

- Tað hevur altíð verið soleiðis ? eisini hjá okkum í Føroyum ? at fólk flyta til støð, har livilíkindini eru betur, fremst av øllum har arbeiði er.

- Tað var tann tíð, tá fólk í hópatali fluttu til Suðuroyar, serliga til Vágs og Tvøroyrar, tí har var arbeiði at fáa.

- Men tíðirnar broytast, og gongdin seinastu árini hevur verið, at tað nú er arbeiði í almennu umsitingini og í tænastuvinnuni, ið dregur fólk til sín.

- Talið á fólki, sum nemur sær útbúgving, er eisini vaksið munandi seinastu árini, og hesi fólk leita sær tey størv, sum hóska til útbúgvingina, tey hava tikið.

- Ein stórur partur av hesum fólki kemur úr útjaðaranum, men vendir ongantíð heimaftur, hóast hann fegin vildi, tí ongi størv eru til hansara har.


Nakað grundleggjandi galið

- Virksemið í Føroyum sær nú út til at vera komið í nøkurlunda fasta legu eftir kreppuárini, og fólkatalið er vaksið seinastu mánaðirnar, vísir Jóannes Eidesgaard á, men leggur tó dent á, at tilflytingin tó einamest er til Miðstaðarøkið.

- Tvøroyri hevur havt eina sera lítla tilflyting, sum ikki á nakran hátt er sambærilig við hana í Miðstaðarøkinum.

Men júst stóri lutfalsligi munurin er áhugaverdur: - At tilflytingin til Suðuroyar als ikki er lutfalsliga eins stór og til onnur stór øki í Føroyum er ein týðilig ábending um, at her er nakað grundleggjandi galið, sum vit eiga og mugu gera nakað við!


Hvat er at gera?

Jóannes Eidesgaaard vísir á, at tað er ikki nóg mikið at styrkja høvuðsvinnuna, tí trupulleikarnir í útjaðaranum verða ikki loystir við henni.

- Við hesum er ikki sagt, at fiskivinnan ikki skal gerast meira lokkandi sum arbeiðspláss, tí tað er sanniliga neyðugt .

- Heldur ikki ein bøtan av samferðsluni er nøkur loysn, sjálvt um rættiliga nógvar ábøtur verða gjørdar á hesum øki, leggur Jóannes Eidesgaaard dent á.

- Tað, sum tørvur er á, er ein grundleggjandi broyting í hugburði: - At fáa fólk at síggja, at tað saktans ber til at fáast við umsiting og tænastuvinnu, sjálvt um ein ikki býr í Havn.

- Tí eigur at verða rikin ein politikkur, har tað tilvitað verður miðað móti, at har tað ber til, har eigur umsiting og tænastur at verða løgd uttan fyri Havnina. Ikki fyri at byggja upp dupulttænastur, men sjálvstøðugar eindir.

- Hetta skuldi borið væl til, tí vit hava í dag eina tøkniliga menning innan samskifti, at tú kann sita á Stóru Dímun og stýra heiminum.


Ymisk størv

í útjaðaranum

- Tað er sera týdningarmikið, at eitt øki sum Suðuroyggin hevur eina fólkasamanseting í størvum, sum er ein mynd av einum framkomnum samfelag, sigur Jóannes Eidesgaard.

- Við størstu virðing fyri okkara fiskivinnu, so er tað ikki eitt sunt tekin, um øll fólk bert tosa um fisk. Tú mást í vanligu bygdamyndini hava fiskimenn, flakavirkisfólk, útróðrarmenn, ófaklærd, lærarar, sjúkrasystrar, læknar, løgfrøðingar, verkfrøðingar, pedagogar, sosialráðgevarar, búskaparfrøðingar o.s.fr.

Jóannes Eidesgaard sigur, at tá ið hann tosar um at menna útjaðaran, so tosar hann ikki um bygdamenning ella smábygdamenning.

- Eg tosi um eina økismenning, soleiðis at skilja, at Suðuroyggin verður sædd sum eitt øki. Alt virksemið í oynni gagnar natúrliga øllum økinum og øllum bygdunum í økinum

- Hetta setir tað krav til okkum sjálvi, at vit lata restina av landinum vita og kenna, at vit arbeiða sum eitt øki. Togarí millum Tvøroyri og Vág ger Suðuroynna veika, bert samanhald í oynni gevur styrki, slær Jóannes Eidesgaard fæst.


Hvørjar ítøkiligar ætlanir?

- Tá ið spurt verður um meira ítøkiligar ætlanir viðvíkjandi útjaðaranum, havi eg hug at vísa á ta semju, sum tykist vera millum tingmenn um at taka stig til at menna útjaðaran.

Jóannes Eidesgaard vísir á, at serliga tingmenn úr útjaðaranum hava sett sær fyri at umrøða málið í fullum álvara og at gera nakað ítøkiligt.

- Vit hava í fyrstu syftu roynt at fingið sjálvan trupulleikan og avleiðingarnar lýstar, og síðan er ætlanin at seta upp eina verkætlan fyri, hvussu vit kunnu broyta óhepnu gongdina.

- Sum kunnugt hevur Javnaðarflokkurin roynt at fingið eina politiska avgerð í Løgtinginum um, hvar oljuútgerðastøðin skal liggja; men hetta miseydnaðist tíverri, av tí at bert tríggir tinglimir uttan fyri Javnaðarflokkin atkvøddu fyri - nevnast kann, at hesir vóru tveir tjóðveldismenn og miðflokkamaðurin.

- Onnur mál fara at koma, sum kunnu vera við til at menna útjaðaran, og tey fara vit at viðgera til frama fyri hann, sigur Jóannes Eidesgaard, sum enn einaferð slær fast, at Javnaðarflokkurin raðfestir viðurskiftini hjá útjaðaranum sera høgt.

- Hann skoytir uppí, at tað eyðvitað hevði verið rætt, at eitt málsøki úti í landsstýrinum tók sær av útjaðaramálinum burturav.

- Men tíverri verða øll politisk og umsitingarlig orka í landinum í dag brúkt til fullveldisætlanina, so teir veruligu trupulleikarnir sleppa at liggja óloystir.

- Tað er tó gleðiligt at kunna staðfesta, at flest allir politikarar í dag duga at síggja trupulleikan viðvíkjandi útjaðaranum ? eftir er bert spurningurin: - Hvat eigur at verða gjørt ítøkiliga? sigur Jóannes Eidesgaard at enda.



?Tað er týdningarmikið, at eitt øki sum Suðuroyggin hevur eina fólkasamanseting í størvum, sum er ein mynd av einum framkomnum samfelag.


?Tí eigur at verða rikin ein politikkur, sum tilvitandi leggur seg eftir at leggja umsiting og tænastur út um Havnina.


?Vit hava eina tøkniliga menning innan samskifti, at tú kann sita á Stóru Dímun og stýra heiminum