Í dag var árliga íverksetarakappingin First Lego League (FLL). Í kappingini kappast ungfólk í nógvum ymsum greinum.
Tað mest sjónliga og spennandi er ein robottkapping, har hvørt lið hevur bygt ein robott úr Lego og síðani programmerað hann til at loysa nakrar sera truplar uppgávur. Kappingin í ár var sera spennandi og fleiri lið kláraðu seg avbera væl. Dómararnir siga, at fleiri av liðunum komu fram til sera áhugaverdar loysnir upp á uppgávurnar.
Kappingin í ár endaði við at liðið úr Runavík, Lego Vinir, vann. Hesir høvdu klárað seg sera væl gjøgnum alla kappingina.
Lego Vinir fáa við hesum møguleika at luttaka í norðurlendsku kappingini, har lið úr øllum Skandinavia kappast. Henda kappingin verður tann 3. desember í Gjøvik í Noregi.
8 lið vóru við í FLL 2011, og vóru lið bæði úr Suðuroy, Sandoy, Streymoy og Eysturoy við.