Ílegugransking í Føroyum – ikki tað sama sum FarGen

Svein-Ole Mikalsen
professari í mýlislívfrøði (molekylærbiologi), Fróðskaparsetur Føroya
-------

Bogi Eliasen, verkætl­anar­leiðari í FarGen, hevur verið í tíðindasendingum fleiri ferðir seinastu vikurnar í sambandi við, at Heilsumálaráðið ikki ynskti at veita stuðul uppá 12 miljónir krónur til eitt forprojekt til FarGen. Í fyrireikandi verkætlanini skal eftir ætlan alt genomið hjá millum 100 og 1000 før­oy­ingum kannast. Onkrar av viðmerkingunum hjá Boga kunnu tulkast soleiðis, at ílegugransking, harímillum genomgransking, í Føroyum kom at blíva av ongum bæði nú og frameftir, um man ikki fór undir FarGen verk­ætlanina. Somu hugsanir hava eisini onnur borið fram.
Ætlanin við hesum skrivi er at kunna um, at føroysk ílegugransking fer fram sum er, bæði av fólki, fiski og verum, og er hetta óheft av FarGen. Øll ílegugransking, sum verður gjørd á fólki, hevur støði í Ílegusavninum sam­bært lóg. Í dag eru skrá­settar 17 verkætlanir, sum fevna um ílegur hjá fólki (www.genetics.gov.fo/00005/00051/). Sjey av verkætlanunum byrjaðu í 2012-13, og í teimum nýggju verk­­ætlanunum er alt meiri vanligt, at stórir part­ar av arbeiðinum verða gjørdir í Føroyum. Ílegu­gransk­ing av øðrum verum fevnir serliga um tosk, fiska­sjúkur, fiska­sníkar og um bak­teriur (sí til dømis verk­ætlan­irnar 15, 17, 18, 26, 93 á www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=10272). Hesar verkætlanir verða framdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Fiskaaling og Fróðskaparsetrinum. Í nógv ár hevur verið gjør­ligt at gera vanlig ílegu-grein­­­ing (gensekventering) á Heilsu­frøðiligu Starvs­stov­uni og Fiska­aling, men nútímans kanningarhættir eru skjótari og bíligari, tá ið størri kanningar verða gjørd­ar í senn. Hetta er tað slagið av kanningum, sum FarGen ætlar at gera í sam­starvi við Illumina, sum er ein av fyritøkunum, har nú­tímans greiningartól verða framleidd. Minst ein av verkætlanunum (nr. 26) snýr seg um at seta á stovn nútímans greiningar­hætt­ir í Føroyum. Í verk­ætl­anar­lýsingini verður nevnt beinleiðis, at somu kann­­ingarhættir lættliga kunnu nýtast á vevnað frá fólki. Í ár hevur grunnurin Fiski­vinnu­royndir veitt stuð­ul til eina verkætlan, har genomið hjá sild skal grein­ast við nútímans grein­ing­ar­hátt­um (sí verkætlan 13/00893 á www.fvg.fo/Files/FVG/F%C3%ADlur/Stu%C3%B0ul/2014/Fylgiskjal%201-verk%C3%A6tlanir-FVR2014.pdf). Avgerð er tikin um, at í samband við hesa kann­ing skal keypast eitt nú­tímans sekventeringstól, sum Vinnu­frami fíggjar. Tólið fer at standa í nýggja granskara­setrinum iNOVA. Føroyskt-danska íleguvirkið Amplexa hevur týðandi leik­lut í verkætlanini.
Ílegugransking í Føroyum hevur verið, er, og fer at verða framd av lívfrøðiligum tilfari, harímillum fólkavevnaði, óheft av FarGen, og virk­sem­ið innan føroyska ílegu­gransk­ing er vaksandi. Tað grør um gangandi fót í føroysk­ari ílegugransking, og genom­gransking kemur at fara fram í Føroyum, um FarGen verður veruleiki ella ikki. Eins og øll onnur gransking er føroysk genetisk gransking tó av­mark­að av tøkari fígging og tali av serfrøðingum.