Tað er sjeynda árið á rað, at Heimamissiónin skipar fyri legum fyri rørslu- og menningartarnaðum og øðrum. Luttakararnir á legunum hava dámt sera væl og gleða seg hvørja ferð at sleppa aftur á legu.
Á legunum í ár fara foreldur at børnum við serligum tørvi at halda fyrilestrar. Fyrireikararnir siga, at ofta verða trupulleikarnir hjá rørslu- og menningartarnaðum tiknir fram. Hesa ferð ætla tey tó at leggja dent á gleðina, eitt rørslu- ella menningartarnað barn ella vaksið fólk kann geva familjuni, og koma foreldur at siga frá hesum. Hetta sæst eisini aftur í evninum fyri leguna, sum er "gáva - uppgáva - gleði".
Eins og undanfarin ár verður nógv ymiskt virksemi á legunum. Millum annað hestaríðing, spøl, ítriv og sangur. Sjálvandi verður eisini nógv gjørt burturúr hugnakvøldinum leygarkvøldið.
Undirtøkan til legurnar plagar at vera sera góð, og tað vænta fyrireikararnir eisini, at hon verður í ár. Fleiri stovnar plaga at vera við, men fyrireikararnir sakna kortini, at fleiri av næstingum teirra eisini komu.
Enn er pláss á legunum, men tað ræður um at skunda sær at boða frá luttøku, tí freistin er úti í hesi vikuni.