Leiða ferðafólk millum Oyndafjørð og Hellur

– Seinastu vikurnar hava verið spennandi her á Hellunum. Vit hava arbeitt við at bøta um gongufarleiðina millum Oyndarfjørð og Hellurnar og nú er komið langt. Rekkverk eru sett upp á útsettum støðum og gøturnar eru uppmerktar, soleiðis at fólk ikki ganga allastaðni og órógva fugl og seyð, men halda seg til gøtuna.

Soleiðis skrivar Jústinus Eidesgaard, sum er ættaður úr Oyndarfirði, men sum býr í Hoyvík og hevur hús á Hellunum.

Í morgun sendir útvarpið hjá Kringvarpinum hugnaligu sendingina hjá Jóhann Mortensen, »Frítíð og náttúra« aftan á tíðindini klokkan 10 – og hesaferð ferðast Jóhann Mortensen á hesum leiðum og tosar við Jústinus Eidesgaard um júst hendan vakra partin av landi okkara.

Tað er Marine Harvest, sum nú eitur Mowi Faroes, ið hevur borið kostnaðin av verkætlanini, sum verður heilt liðug komandi ár.

– Og tað eru vit lokalu her norðuri takksom fyri, sigur Jústinus Eidesgaard.

Fyritøkan alir á fjørðinum.

##med2##

Hellan oman á Løksá Oyndarfjarðarmegin er sera hál, tá vátt er.

– Eg eri sannførdur um, at upprunaliga navnið á Laksá er Løksá, sigur Jústinus Eidesgaard.

– Onkran áarførisdag havi eg talt upp í 70 løkir, men renna av Lakshomrum (Løkshomrum) og oman í Løksá, sum við tíðini er vorðin til Laksá. Laksur sleppur stutt niðan í hesi ánni.

Nú er sett rekkverk upp at halda sær í. Tað er dugnaligi smiðurin Vøgg Nyholm Debes, sum hevur greitt hetta vakra arbeiðið úr hondum. Frárenslið frá smoltstøðini misprýðir, men hetta fer antin niður í helluna ella burtur. Eitt biogassverk er ávegis í høvuðsstaðnum og tá verður einki koyrt á sjógv longur, sigur Jústinus Eidesgaard.

##med3##

– Tá ið eg skal siga tað sjálvur, haldi eg, at hetta er ein elegant loysn, jarnsmiðurin Vøgg Nyholm Debes hevur valt, til at loysa hendan trupulleikan, at fara um júst her. Hellan er sum á kalvabaki so hál, tá vátt er.

##med4##

Ein útkikspostur, sum verður málaður svartur í komandi viku. Sandurin sæst heimanfyri.

– Hetta hevur verið eitt fyrimyndarligt samstarv millum undirritaða og Mowi, alifyritøkan, sum alir á fjørðinum. Uttan alingina, var ongin sandur komin og heldur ikki gøtan oman á Sand. Nú grør aftur kring gøtuna, tað er sátt aftur í ár og veksur, sigur Jústinus Eidesgaard.

##med5##

Eitt friðsælt pláss, har ongin órógvar og har øll, sum ikki eru bundin av koyristóli kunnu fara at uppliva.

##med6##

Alingin á fjørðinum, sum gevur arbeiði í nærumhvørvinum og forbetringar fyri trivnað. Til vinstru sæst tyrvingarplássið hjá IRF, sum felagsskapurin hevur fylt í síðan 1989. Grótbrotið kom, tá bátahavnin í Oyndarfirði varð gjørd fyri 40 árum síðani. IRF riggar av í Oyndarfirði, og nú eru 80 prosent av økinum sátt. Komandi ár verður alt aftur ein grønur blettur.

##med7##

– Tann gamla bygdagøtan millum Oyndarfjørð og Fuglafjørð, áðrenn Hellurnar vóru bygdar í 1849, gongur fram við smoltstøðini, fram við Blotanum og niðan í Kliv. Hendan gøtan er uppteknað í kortinum hjá geodætunum frá ár 1900, og nú er hon merkt aftur við pelum. Fremst í myndn Loki og síðan bakið á konuni Poulu, sigur Jústinus Eidesgaard.

##med8##

– Spennandi at arbeiða við mannagøtum. Her slái eg ein pela niður millum Durhus og Klettar ella har á leið. Millum Durhus og Klettar er navnið á einum øki og ikki júst einum ávísum staði, sigur hann.