Leiðaraskifti í Hoyvíkar Skúla

1. august verður leiðaraskifti í Hoyvíkar Skúla

Petur Dahl, sum hevur verið fyrstilærari síðan 1978 og skúlastjóri síðan 1994, leggur nú frá sær, og Birgit Arge, sum hevur verið varaskúlastjóri seinastu 6 árini, tekur við sum stjóri. Ólavur Skipagøta verður nýggjur varaskúlastjóri. Hoyvíkar Skúli, sum hevur næmingar úr 1. til 7. flokki, varð bygdur í 1977. Tá gingu 77 næmingar í skúlanum. Síðan er fólkatalið í Hoyvík vaksið nógv og næmingatalið somuleiðis. Skúlin er bygdur út tvær ferðir, fyrstu ferð í 1991 og seinnu ferð í 2002. Nú eru 17 skúlastovur umframt aðrar serstovur, bókasavn og fimleikarhøll. Fyri stuttum kom so eisini Hoyvíkshøllin. Núverandi næmingatalið er 440 í 19 flokkum. Í samband við leiðaraskiftið verður almenn móttøka í skúlanum fríggjadagin 20. juni millum kl. 16-18